Fótbólts­umfar við nagla­kulda

Leygardagin var effodeildin skotin í gongd. Fólk sum vóru til teir fimm dystirnar í effodeildini vóru sjálvandi, sum altíð ósamd um dómaraavgerðir og disposisjónir hjá venjarunum. Men á einum øki vóru øll samd, og sama niðurlag mjarraði framvið síðulinjuni kring vallirnar: tað var tann reini naglakuldi at verða til dyst.. Òhepnið í telvingini, tá skráin fyri hesa HM-undankappingina varð løgd gav okkum ein útidyst ímóti Eysturíki 22. mars. Burtursæð frá undankappingardystinum í Eysturíki 22. mars, so er ringt at fáa eyga á aðra góða grund til at byrja kappingina so tíðliga. Árini undirritaði arbeiddi úti í tí føroyska veðurlagnum lærdu ein, at mangan kann tann størsti kavin fella í mars mánað. Tað var ein sannroynd í áttatiárunum, nítiárunum, og í árunum aftaná aldarskiftið. Og tað fer meir enn so at henda aftur, og tá fara vit at uppliva, at eitt, tvey, og enntá kanska trý umfør verða avlýst vegna veður, um vit fáa eitt veruliga drúgt kavatørn. Tey sum hava áhuga í ymiskum ítróttargreinum hava tað eisini óhøggligt, tá fótbóltskappingin fer í gongd, samstundis sum FM-finalur eru í flogbólti, og liðini í hondbólti stríðast um at røkka FM-finalunum. Tað gerst næstan, sum tá allar bøkurnur, og allar fløgurnar koma út í senn í desember. Tíbetur varð hitalagið beint omanfyri frostmarkið farna vikuskiftið. Næsta ár, tá stórkavi liggur í mars verður gott at hava FM-finalurnar í flogbólti og endaspurtin í hondbólti. Tí inni í føroysku ítróttarhallunum er veðrið altíð gott. So lat effodeildina byrja ein mánað seinni, ella byg eina innandura fótbóltshøll. Og tá klokkan er flutt til summartíð er lættari at hava fríggjakvøldsdystir. Summartíð er fótbóltstíð. Vit fara aftur til vetrartíð, tá kappingin endar, leygardagin 26. oktober.