Fótbóltsdómari fær tríggjar mánaðar bann

(Video) Tony Chapron fær tríggjar mánaðar bann frá at døma tí hann sparkaði ein fótbóltsspælara

45 ára franski fótbóltsdómarin, Tony Chapron bleiv í farna mánað heimskendur fyri at sparka Nantes-spælaran, Diego Carlos við endan av League 1 dystinum millum Nantes og Paris Saint Germain, sum var leiktur sunnudagin 14. januar.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hendingina frá 14. januar tá Tony Chapron sparkaði Diego Carlos niður.

 

Tony Chapron vísti Diego Carlos av vøllinum beint aftaná, og tað fekk ilt í fleiri fólk í Fraklandi.

 

Franska fótbóltssambandið hevur fyribils givið Tony Chapron eitt bann frá at døma fótbóltsdystir í tríggjar mánaðar. Møguleiki er fyri, at bannið verður longt tríggjar mánaðar aftrat.

 

Tony Chapron er ein royndur dómari annars. Hann hevur dømt dystir í fronsku League 1 síðani 2004, men nú verður so ein fyribils steðgur. 

 

Dysturin 14. januar millum Nantes og Paris Saint Germain endaði annars við einum 1-0 sigri til PSG, men tað er nakað annað fólk minnast dystin fyri.