Fótbóltsfepur á Argjum

Við 2-0 sigrinum á 07 Vestur hevur AB fingið 19 av 21 møguligum stigum seinastu sjey umførini. AB er nú nummar sjey og hevur staðfest, at felagið ætlar sær ikki at flyta niður.

Í ein hálvan tíma hevur 07 Vestur verið meiri vandamikið enn teir hava allan fyrra hálvleiki. Argjamenn eru á odda 1-0, men útskiftingar og eitt tendrað 07 Vestur lið hava hótt leiðsluna hjá argjamonnum, sum á fyrsta sinnu eru favorittar at vinna ein dyst í ár. AB hevur bóltin meir, men nú er ein maður sum Ibrahima Camara vaknaður og luktar blóð.
Á áskoðararplássnum bíta argjafólk negl, meðan vágafólkini hava fingið lív í vónina um at fáa okkurt við heim av argjum. Bólturin av baklinjuni og 07 Vestur fær hornaspark í vinstru síðu. Í brotsteiginum dettur bólturin fyri føturnar á Eli F. Nielsen, sum meddar til. At síggja til, so hevur bólturin kós móti málinum, men brestur í ryggin á Gunnleivi Olsen, sum liggur á vøllinum eftir nærdyst. Støðan er framvegis 1-0 og argjamenn kunnu aftur anda.
Í hinum endanum er fær AB nú hornaspark. Jónas Stenberg leggur innfyri. Rói Danielsen, sum fleiri ferðir leitað til fremru stong, veldur hesa ferð at leita longur aftur í brotsteigin. Hetta tekur verjuni hjá 07 Vestur á bóli. Púra leysur inni í 5-metrinum kann størstu og helst sterkasti argjamaðurin í luftspælinum, stúta boltin í mál 2-0.
Yvir og farið. Argjamenn vinna fyri sættu ferð í sjey dystum og klatra upp um KÍ á sjeynda plássi. 07 Vestur stendur eftir við ongum og hevur átta stig upp til bjargingina.

Málið punkteraði okkum

Tór-Ingar Akselsen, liðskipari hjá 07 Vestur, noktar at leggja kongin í niðurflytingarstríðnum. Hann ásannar somuleiðis, at seinna málið punkteraði dystin fyri gestirnar.
– Tað var tungt at síggja bóltin fara inn. Málið punkteraði okkum, sigur Tór-Ingar Akselsen.
AB kom á odda longu aftaná tríggjar minuttir og tað er ikki fyrstu ferð í ár, at 07 hevur latið mál inn tíðliga í einum dysti.
– Eg hugdi undan dystinum eftir nær málini koma ígjøgnum hjá 07 Vestur. Tá sá eg so, at teir hava latið 12 mál (av 32, blaðm) inn teir fyrstu átta minuttirnar. Tað segði eg við mínar spælarar og tað riggaði, sigur Sám Erik Hentze, venjari hjá AB.
07 Vestur briti lív í vónina um at yvirliva við at vinna á KÍ. Tí var vónin, at dysturin á Argjum kundi blása enn meiri luft til lítla neistan har vestri. Tí kom tað eisini illa við, tá AB skoraði longu aftaná tríggjar minuttir.
– Tað kann ikki umskyldast. Tað má ikki henda, sigur Tór-Ingar Akselsen argur á málinum.
Hann noktar tó at leggja kongin í niðurflytingarstríðnum.
– So leingi vit hava ein møguleika, so stríðast vit fyri tí, sigur liðskiparin at enda.
Á Argjum er fótbóltslagið avbera gott í løtuni. Sámal Erik Hentze er tó róligur á málinum eftir dystin.
– Hetta var ótrúliga týdningarmikið fyri okkum. Vit hava ávísar trupulleikar at stríðast við, men standa eftir við sigrinum og trimum stigum, sigur Sámal Erik Hentze, sum er bjartskygdur um restina av kappingini.
– Eg havi ongantíð meint, at vit fóru at flyta niður. Nú kom nakrar torførir útidystir. Tað er týdningarmikið at vit blíva vit at leggja stig til á stigatalvuni, sigur Sámal Erik Hentze at enda.

19 av 21 stigum

Um vit hyggja eftir teimum seinastu sjey umførunum, so er AB formsterkasta liðið í landskappingini. Teir hava vunnið sær ikki færri enn 19 av 21 møguligum stigum. Einasti dysturin, sum teir ikki hava vunnið síðani hol kom á var í Klaksvík. Ein dystur har Jónas Stenberg fekk reytt kort longu aftaná 27 minuttir og KÍ umsetti brotsspark til mál. So tann dysturin telur helst meiri enn eina stigi, sum hann gav í úrtøku.
Á formtalvuni sæst eisini, at KÍ er ovurhondsstórari úrslitakreppu, Teir hava bara fingið eitt stig seinastu sjey umførini. Sama er støðan hjá TB, sum bara hevru fingið tvey stig. Tað verða helst hesi trý liðini, ið koma at kappast um at sleppa undan niðurflyting. Møguleiki er fyri at 07 Vestur kann berja seg upp í stríðið aftur, men so mugu teir til at halda fram við at vinna.
AB hevði eftir 11 umfør bara tvey stig og akkurát tapt 5-1 fyri HB í Gundadali. Tað, sum er hent síðani, hevði at kalla ongin tora at trú upp á á Argjum. Nú eru teir fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.
Nú er so spurningurin um AB klárar at avrika á útivølli eisini. Komandi tríggir dystirnir eru móti NSÍ, B36 og ÍF og allir eru á útivølli. 07 Vestur fær vitjan av B36 í komandi umfari.

Fakta:

AB-07 Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Bjartur Kjærbo, 3
2-0: Rói Danielsen, 74

AB: (4-3-3)
Símun Rógvi Hansen - Jónas Stenberg Rói Danielsen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen - Kári Nielsen, Mikkjal Hentze (Dmitrije Jankovic 54.min), Sorin Anghel (Karsten Højgaard 41.min) -Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen Bjarti Kjærbo(Hørður M. Mohr 65.min)
Á bonkinum uttam at koma inn: Heðin Stenberg og Leivur Holm Joensen

07 Vestur: (4-3-3)
Andras Gango - Petur Dalbø, Gunleif Olsen, Emil Mikkelsen, Torstein Mýlingstind (Brandur Heinason 85.min) - Eli Falkvard Nielsen, Jovan Panic, Tór-Ingar Akselsen - Jákup S. Olsen (Hørður Johansen 85.min), Holgar Durhuus, Ibrahima Camara

Á bonkninum uttan at koma inn: Uni F. Nielsen og Jóannis á Steig

Stubbi 1:

- Eg havi ilt

Tað sigur Sorin Anghel, sum í gjár mátti seymast yvir annað eygað, eftir at hann og Tór-Ingar Akselsen rendu høvdini saman í dystin. Sorin Anghel hevur fýra pentir yvir eyganum, men fór hugagóður farin til arbeiðis í dag, sjálvt um hann hevur nakað ilt.

Stubbi 2:

- Eg havi tað gott

Tað sigur Tór-Ingar Akselsen, sum hevur fingið tvær pentir í høvdið, eftir at hann eins og Sorin Anghel at bløða eftir samanbrest teirra millum. Tór-Ingar spældi allan dystin og var ongantíð í ørviti. Hann er somueliðis farin hugagóður til arbeiðis í dag.



Spælarametingar:

AB:

Símun Rógvi Hansen: 4
Gjørdi alt tað sum hann skuldi. Vísti tryggleika, tá hann fleiri ferðir kom út til innlegg og helt bóltinum. Eisini í avspælinum riggaði væl, men var ikki trýstur meir enn til eitt 4-tal.

Jónas Stenberg: 4
Rann yvir tíggju kilometrar samanlagt. Kom fleiri ferðir til innlegg, tá hann kom fram við í høgru. Hevði ábyrgdina av deyðbóltunum hesa ferð og endaði við at leggja upp til seinna málið.

Morten Overgaard: 4
Var eisini tryggur í verjupartinum og kláraði at halda Ibrahima Camara niðri tað mesta av dystinum. Ikki trýstur nokk til meir enn eitt 4-tal.

Rói Danielsen: 5
Umframt at spæla væl, so var hann málið í flestu av deyðbóltunum og vann bóltarnar. Skoraði seinna málið við stútara eftir innlegg.

Beinir Ellefsen: 4
U21 landsliðsspælarin hevur sent seg tung á vinstra bakk plássi og avrikini eru støðug og sannførandi. Fekk møguleikan at skjóta frípark, men valdi at taka tað stutt. Tað ger hann ikki aftur! Fekk ábyrgdina av longu innkøstunum.

Kári Nielsen: 5
Er follin væl til á miðvøllinum hjá AB. Er royndur og róligur á bóltinum. Nakað ungu argjamenninir hava brúk fyri.

Mikkjal Hentze: 3 (Út 54.min)
Var ein partur av trýstinum hjá AB miðvøllinum, sum órógvaði alt uppspælið hjá 07 Vestur. Var útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.

Sorin Anghel: 4 (Út 41.min)
Spældi væl teir 41 minuttirnar hann var á vøllin, áðrenn hann bleiv skiftur út vegna skaða. Legði upp til 1-0 málið og fylti nógv á miðvøllinum. Vann nógvar nærdystir.

Jobin Drangastein: 3
Var fluttur út høgra vong til dystin og kom væl frá uppgávuni. Orkuni bilar einki og tað var hansara høvðus íblástur til AB liðið.

Rógvi Poulsen: 3
Var fluttur runt á vøllinum og tað órógvaði spælið hjá Rógva. Spældi annars væl og heldur ótrúliga væl upp á bóltin.

Bjartur Kjærbo: 3 (Út 65.min)
Bjartur Kjærbo avloysti Ahmed Keita í álopinum og koraði longu aftaná tríggjar minuttir. Legði eitt stórt arbeiði fyri dagin, men fekk sjáldan pláss at renna á.

Karstin Højgaard: 2 (Inn 41.min)
Kom ikki til sín rætt hesaferð. Var um reppið at gera “ein Karstin”, sum er at trýsta verjuna til at missa bóltin og skora, men gjørdi fríspark á vegnum.

Dmitrije Jankovic: 3 (Inn 54.min)
Kom inn á verjukenda miðvøllin og greiddi sína uppgávu uttan stórvegis hóvasták. Er helst miðverji, men kom helst inn fyri at fáa nærdyst styrki á miðvøllin.

Hørður M. Mohr: 3 (Inn 65.min)
Kom inn og fall væl til. Vann fleiri nærdystir og fann sínar viðspælarar í avspælinum.

07 Vestur:

Andras Gango: 5
Gjørdi alt hann kundi fyri at halda 07 Vestur inni í dystinum. Hevði upp til fleiri góðar bjargingar, men kundi kanska verið komin út til 2-0 málið.

Petur Dalbø: 4
Var millum bestu útispælararnar hjá 07 Vestur. Tordi at bjóða av við bóltinum og var oftani á bóltinum á høgra bakkinum. Eisini stinnur í verjuspælinum.

Emil Mikkelsen: 3
Var sjónligur í verjupartinum. Er stórur og sterkur og vann eisini sínar nærdystir móti Bjarta og Karstin í AB álopinum.

Gunnleif Olsen: 3
Kom eisini væl frá uppgávuni í miðverjuni. Er ágrýtin og var ikki bangin fyri at tveita seg í taklingar, men var eisini heppin, at Kartin ikki fangaði hann á skeiva beini ta einu ferðina.

Torstein Mýlingstind: 2 (Út 85.min)
Hevði torførar arbeiðis umstøður í vinstra bakki. Var lítið at síggjaá bóltinum og stóð ikki so sterkur í myndini hjá 07 Vestur.

Eli F. Nielsen: 3
Stríddist væl á miðvøllinum, men megnaði ov sjáldan at spæla seg úr AB trýstinum. Átti Róa Danielsen í hornaspørkunum, men misti hann til 2-0 málið.

Jovan Radinovic-Panic: 3
Stríddist somuleiðis væl, men er um nakar maðurin, ið skal venda spælinum. Tað eydnaðist ov sjáldan, men var annars stinnur í nærdystunum í mun til sína lágu dystarvekt.

Tór-Ingar Akselsen: 3
Hevur spælt væl betri dystir, men stendur alíkavæl eftir sum drúgvasti miðvallarin. Royndi at gagnnýta góða bóltførleikan, men var manga hart kroystur. Okkurt av hornaspørkunum var eisini undir miðal.

Jákup S. Olsen: 2 (Út 85.min)
Var nakað einsamallur á vonginum og fekk sjáldan møguleika at sín skjótleika. Stóð veikur í myndini, men tað var eisini orsaka av vantandi stuðli frá miðvøllinum og bakkinum.

Holgar Durhuus: 3
Var somuleiðis nakað einsamallur á vonginum, men var meiri sónligur við síni kropsstyrki og arbeiðsavriki.

Ibrahima Camara: 3
Hevði nærmast ótolandi umstøður at arbeiða í í fyrra hálvleiki, men so skjótt liðð kom longur fram á vøllin í seinna hálvleiki, bleiv hann eisini væl betri. Gjørdi tað væl eftir umstøðunum.

Hørður H. Johansen: (Inn 85.min)
Kom inn í fimm minuttir og tað er ov stutt til at geva eina meting.

Brandur Heinason: (Inn 85.min)
Kom inn í fimm minuttir og tað er ov stutt til at geva eina meting.