Fótbóltsfjeppari tikin við kokain og exstacy

Ein svenskur fótbóltsfjeppari varð handtikin á flogvøllinum í Vágum í gjár. Tá tollvaldið steðgaði honum, funnu teir eina stóra nøgd av rúsevnum.

 

Hann varð førdur í rættin seinnapartin í gjár til grundlógaravhoyr og varð dømdur á staðnum. Maðurin, sum er fyrst í 20'unum, fekk fimm mánaðir fongsulsrevsing og innferðarforboð til Føroya í fimm ár.

 

Millum rúsevnini, sum maðurin hevði á sær, vóru bæði kokain og extasy. Nøgdin á rúsevnunum var so stór, at tað uttan iva var ætlanin at geva rúsevnini víðari. Maðurin hevði ferðaseðil av landinum longu í dag. Hann kom til landið fyri at hyggja eftir dystinum millum KÍ og AIK Stockholm, sum var á ovara vølli í Gundadali í gjár.

 

Sjálvur helt maðurin ikki, at nøgdin var nakað serligt at hefta seg við, men maðurin verður dømdur eftir føroysku lóggávuni. Føroyska lóggávan er nakað harðari enn í grannalondunum, av tí at Føroyar eru eitt lutfalsliga avbyrgt oyggjasamfelag. Hann fekk tí allarhelst ein harðari dóm, enn hann kundi væntað sær, um hann varð dømdur í Svøríki.

 

Í dag verður hann sendur aftur til Svøríkis at sita dómin. Hann fór tó neyvan inn at sita beinanvegin, men verður innkallaður tá tíðin er komin.