Fótbóltskapping fyri sjómenn

Millum jól og nýggjár verður innandura fótbóltskapping fyri sjómenn. Kappingin verður hildin í KÍ-høllini í Klaksvík

28. desember fara sjómenn at kappast í innandura fótbóltskapping, sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík.

Slík kapping var fyri fyrstu ferð í fjør, og hon eydnaðist so væl, at hon er langt síðani komin á skránni aftur í ár.

20 lið hava longu meldað seg til kappingina, og tað er líka nógv, sum vóru við í fjør. Stundir eru enn at melda seg til.

Treytirnar fyri at fólk kunnu verða við í kappingini er, at tey farna árið hava mynstrað í hvussu so er ein túr við einum skipi.


Eisini veitsla

Fyrireikarnir vóna, at tað í ár verða onkrar kvinnur við, tí kvinnur hava verið til skips við Næraberg farna árið.

Næraberg hevur meldað fleiri lið til kappingina, og umframt stóra trolaran hava eisini línuskip og onnur skip meldað lið til kappingina.

Upp til átta fólk kunnu vera á hvørjum liði, men bert fýra kunnu vera á vøllinum í senn. Kappingin verður skipað við innleiðandi umfari og finaluumfari.

Trý tey bestu liðini fáa steyp frá Skipalistanum til ognar, og vinnarin fær eitt ferðasteyp, sum Klaksvíkar kommuna hevur latið, í varveitslu til næsta ár.

Kappingin endar við borðhaldið í Skálanum, haðar allir luttakararnir verða bodnir um kvøldið.

Um onkur hevur hug at verða við í kappingini, er gjørligt at melda seg til á telefon 217739.