Fótbóltslið úr Uruguay manglar mótstøðulið í Føroyum

Seinasta freist at melda til U15 kappingina í Intersport Summar Cup er í kvøld. Racing avlýsir túrin til Føroya um teir ikki fáa fleiri dystir

Fótbóltsfelagið Racing úr Montevideo í Uruguay fyllir 100 ár í dag. Í tí sambandinum hevur urugayanski konsulin í Føroyum, Ivan Eginsson Eysturland reikað fyri einari ferð til Føroya, har U15 liðið hjá Racing skal taka lut í Intersport Summar Cup fyrst í juli mánað.

Men tað er ógvuliga soltið við mótstøðuliðum til U15-kappingina í Intersport Summar Cup. Tað eru bara eitt blandað HB og B36 lið, B71, og eitt Suðuroyarlið, ið hava meldað til U15 kappingina. Seinasta tilmeldingarfreist til kappingina er á midnátt í kvøld.

Ivan Eginsson Eysturland skilir ikki hví tað ikki er meira spennandi hjá føroyskum U15 liðum at spæla ímóti einum liði úr Uruguay. Uruguay kann ikki vísa á sama fólkatal sum Brasil og Argentina, men sum fótbóltstjóð er Uruguay eitt stórveldi. Uruguay hevur vunnið HM tvær ferðir, Copa America 15 ferðir, OL tvær ferðir og HM fyri HM-vinnarar í 1980, also samanlagt 20 heiti. Argentina hevur í søguni vunnið 19 heiti og Brasil hevur vunnið 15 heiti.

Melda ikki fleiri føroysk lið til U15-kappingina verður Føroya-ferðin hjá Racing helst av ongum. Fyri Ivan Eginsson Eysturland verður tað eitt stórt vónbrot um Føroya-ferðin hjá Racing verður av ongum. Hann vónar, at ið hvussu er tvey lið aftrat melda til U15-kappingina, so Racing, ið hvussu er kann spæla fimm dystir í kappingini. 

##med2##