Orsaka av at tað er Dýribiðidagur í morgin, so verður ongin SportBox á skránni fyrrpartin, sum annars er vanlig fríggjadag á Rás2. Ein partur av SportBoxini er væl kenda Fótbóltspanelið, sum viðger føroyskan fótbólt. Fótbóltspanelið verður á skránni í dag klokkan 16.
Gestur í Rásarúminum er Teitur Joensen, viðmerkjari á Rás2. Á skránni er 8. umfar í landskappingini, sum verður um vikuskiftið. Farna umfar prógvaði, at topp fimm als ikki hevur munin á botn fimm.
Eisini verður hugt nærri at kappingini um Løgmanssteypið, har fyrru hálvfinalurnar vóru í gjár. Bæði í Gundadali og í Klaksvík endaði tað við javnleiki.
U17 landsliðið hevur verið í Kroatia og skrivað fótbóltssøgu, har teir luttóku í EM endaspælinum sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð. Føroyska liðið tapti tveir dystir greitt, meðan tað var um reppið at skotar fóru í upploysn, men endaðu við at vinna 2-0.
Í sendingini ber til at vinna eina offisiella U17 landsliðstroyggju hjá Føroyum. Fótbóltspanelið byrjar klokkan 16 á Rás2. Til ber at luttaka í sendingini við viðmekringum ella spurningum á 559999.