Fótbóltspanelið verður klokkan 17.30 úr Gøtu

FM1: Vegna hondbóltslandsdystin hjá kvinnum, verður fótbóltspanelið klokkan 17.30 úr Gøtu

Fótbóltspanelið er fótbóltssending, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, men í dag spæla kvinnurnar hondbóltslandsdyst í Hvítarusslandi um hetta mundið, og tað tað verður beinleiðis studiofrásøgn á FM1. Tí verður Fótbóltspanelið ikki á skrá fyrr enn klokkan 17.30.

Eisini verður panelið flutt til Gøtu, har Víkingur og HB møtast klokkan 19. Tí verður Fótbóltspanelið beinleiðis úr Víkinga-húsinum frá klokkan 17.30 til 18.30. Gestur verður Hans Jørgen Djurhuus, meðan Hanus Jacobsen verður viðmerkjari til dystin, sum verður beinleiðis á FM1.