Metmaðurin hjá Andorra, 40 ára gamli Ildefons Lima hevur spælt 128 landsdystir, og hevur skotið 11 mál fyri Andorra.
Hann hevur tikið mong tøk fyri Andorra sum A-landsliðsspælari síðani 1997, men at vera ein livandi legenda er ikki altíð nóg mikið.
##med2##
Ildefons Lima er formaður í fótbóltsleikarafelagnum í Andorra, og hann dansar ikki eftir pípuni hjá andorianska fótbóltssambandinum.
Ildefons Lima sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at hann hevur sagt sína meining um avmarkingarnar í samband við Korona, og onnur viðurskifti í andorianskum fótbólti.
Hesar meiningar eru ikki falnar í góða jørð hjá fótbóltssambandinum í Andorra, og tí hevur fótbóltssambandið tveitt Ildefons Lima av landsliðnum. Ildefons Lima tykist skelkaður av hesum, og hann heldur, at talan er um norðurkoreanskar tilstandir.
Ildefons Lima slær fast yvir fyri in.fo, at hansara fótbóltsyrkisleið als ikki er liðug enn, og hann vil stríðast fyri at sleppa aftur á landsliðið.
Altjóða yrkisfótbóltsspælara-felagsskapurin, FIFpro hevur verið úti alment og hevur meldað sín stuðul til andoriansku fótbóltslegenduna.
So føroyska landsliðið kann also "takka" fótbóltssambandinum í Andorra fyri, at teir sleppa undan at stríðast við krútsterka jarnmannin, Ildefons Lima.
Tá er ikki sagt, at spælistílurin hjá Andorra er so nógv broyttur fyri tað. Føroyar fáa sína sak fyri í morgin óannsæð.