Ferðavinna
Fimm minuttir eftir, at dómarin hevði bríkslað hálvfinaluna millum Týskland og Suður Korea av, høvdu 75 týskarar bílagt sær ferð til Føroya, samstundis sum týska landsliðið kemur hendanveg at spæla landsdyst komandi summar.
Svein í Heiðunum á Flogfelag Føroya sigur, at bíleggingin var beinleiðis úrslit av fótbóltsdystinum.
Talan er um eina ferðaskrivstovu í Düsseldorf, sum bað um pláss fyri 75 ferðafólkum, sum koma til Føroya um tað mundið, landsdysturin verður spældur.
?Hesi fólkini eru ikki vnaligir fótbóltsáskoðarar sum so, sigur Svein í Heiðunum. Heldur eru hetta ferðafólk, sum vilja gjalda fyri serlig upplivilsi, og so hava keypt eina ferð til Føroya. Tey hava so lagt hana í døgunum kring landsdystin og fáa tað upplivilsið við sum ein eykavinning, sigur hann,
Og hann ivast ikki í, at tað er beinleiðis orsakað av fótbóltsfeprinum, sum nú er, at hendan ferðin kom í lag. Tað var í hvussu er grundgevingin, týska ferðaskrivstovan gav, tá tey ringdu til Flogfelagið.
Hesi 75 fólkini fara at búgva á Hotel Vágum teir dagarnar, tey eru í Føroyum. Tey fylla alt hotellið, meðan tey eru her, sigur Svein í Heiðunum. Og tá meinar hann bæði við verandi Hotel Vágar og tað, sum innrættast skal afturat í gamla plastvirkinum, sum Flogfelag Føroya keypti herfyri til at innrætta til hotel.
?Hetta er so ein grund til at skunda undir ta innrættingina, sigur Svein í Heiðunum.
Týskararin ringdi týsdagin og vildi, týskarum so líkt, hava eina lidna skrá hósdagin. Og tað fær hann eisini, sigur ferðaseljarin á Flogfelagnum.
Ferðalagið kemur tveir dagar undan dystinum, og fer avstað aftur dagin eftir dystin. Og tí verður skráin so løgd eftir.
Sama kvøldið, sum tey koma, verður rundvísing í Vágum, eins og føroyskt kvøld verður á hotellinum.
Dagin eftir verður farið inn í Eysturoynni við bussum. Tveir bussar og tríggir ferðaleiðarar verða settir av til teirra.
Í Eysturoynni verður skipað fyri gongurtúrum, mentanartiltøkum og sjálvandi eisini onkrum til matna.
Tann dagin, landsdysturin verður spældur, verður farið til Havnar, har tað eftir umbøn frá gestunum verður skipað fyri rundvísing í býnum. Tey vilja sleppa at síggja bæði gamalt og nýtt, sigur Svein í Heiðunum. Døgurði verður á onkrum av matstøðunum í býnum, áðrenn farið verður til fótbóltsdyst. Eftir dystin verður farið við bussum aftur á Hotel Vágar, har skipað verður fyri sonevndum »After match party«. Dagin eftir verður so farið aftur til Týsklands.
Svein í Heiðunum sigur, at lutakastið, føroyingar fingu, hevur verið sera gott fyri okkum. Tí longu sama dag, lutakastið var, byrjaði fólk at ringja og biða um pláss á gistingarhúsunum. Til dømis veit hann, at hendan sama dagin var onnur suitan á Hotel Vágum seld einum felag, sum skuldi hava handilssamband hendanveg í samband við landsdyst.
Eisini úr Skotlandi, sum vit eisini eru í bólki við, er vístur stórur áhugi fyri Føroyum sum ferðamannalandi. Og tá skotar spæla í Føroyum í september í ár, er sum í Betlehem á sinni á øllum føroyskum gistingarhúsum. Alt er upptikið, og bíðilisti er, sigur Svein í Heiðunum.
Hann sigur, at nú HM kappingin hevur verið, er líkasum farið at brima aftur, og fólk, sum vilja hendanveg til fótbóltsdyst, ringja alla tíðina.