ÍF vann grundspælið

ÍF vann tryggan sigur í síðsta dystinum í grundspælinum, tá teir vitjaðu hjá Fleyr. Við sigrinum gjørdist ÍF vinnari av grundspælinum í meistaradeildini hjá monnum

FLOGBÓLTUR

Síðsti dysturin í grundspælinum var á skránni í gjárkvøldið, tá ÍF vann tryggan sigur á Fleyr. ÍF hevur verið stóri vinnarin í grundspælinum. Teir hava bara tapt ein dyst, men eisini Mjølnir hevur víst sera gott spæl. Eftir eina heldur vánaliga byrjan fingu teir veruliga gongd á síðstu dystirnar, og teir eru ósigraðir í seinastu fimm dystunum.
Nú liggur endaspælið fyri framman, og hetta gevur bæði Fram, Fleyr og SÍ ein nýggjan møguleika at fanga bæði oddaliðini, tí nú er munurin á liðunum ikki tann stóri.

ÍF vann tryggan sigur
Síðsti dysturin í grundspælinum var á skránni í gjár, tá eitt av botliðunum, Fleyr, tók ímóti ÍF, sum hevur ligið á odda at kalla alt árið. Hesi bæði liðini hava eisini leikt ímóti hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár, og tann dystin vann ÍF 3-1.
Hesa ferð var so at siga eingin slingur í valsinum hjá ÍF. Fyrstu tvey settini vunnu fuglfirðingar trygt. Fyrsta sett endaði við 25-17 sigri til ÍF, meðan teir í øðrum setti vunnu 25-18. Munurin á liðunum var stórur, ti ÍF var snøgt sagt betri á. Í triðja setti var tó eitt sindur javnari. Her førdi Fleyr at kalla allan vegin, men munurin var ikki stórur. Móti endanum fangaði ÍF teir tó aftur, og fuglfirðingarnir megnaðu eisini at vinna triðja settið. Úrsltið gjørdist 25-23, og sostatt vann ÍF dystin 3-0.

ÍF og Mjølnir kappast
Við sigrinum á Fleyr gjørdist ÍF vinnari av grundspælinum. Teir taptu bara ein dyst í øllum grundspælinum, og tann dysturin var ímóti Mjølni í Klaksvík. Annars hava teir vunnið allar hinar dystirnar, so oddasessurin er fult uppiborin hjá ÍF.
Eisini Mjølnir hevur víst gott spæl í ár. Teir fingu eina heldur keðiliga byrjan uppá kappingina. Eftir fyrstu tríggjar dystirnar høvdu teir bara fingið tvey stig, men so tóku klaksvíkingarnir dik á seg. Eftir hetta hava teir vunnið allar sínar dystir, og tí liggja júst teir beint í hølunum á ÍF.

Nýggjur møguleiki til hini trý
Eitt av hinum trimum liðunum í deildini hevur tó eisini verið partur av oddastríðnum í at kalla alt ár. Fram og ÍF lógu leingi og kempaðu um fremsta plássið, men av seinastu seks dystunum tapti Fram fyra, og tí mistu teir týðandi fet í oddinum í mu til hini bæði oddaliðini. Nú eru stigini tó hálverað, og hetta gevur Fram ein nýggjan møguleika at fanga ÍF og Mjølnir. Í fyrsta dystinum í endaspælnum fáa teir ein stóran møguleika at minka um munin, tá teir skulu til Kambsdal at leika ímóti ÍF.
Men Fram er ikki einasta liðið, sum fær ein nýggjan møguleika at leika seg fram í oddin. Bæði Fleyr og SÍ hava havt eitt heldur keðiligt kappingarár. Tey hava ligið í botninum í alt ár, og tá grundspælið endaði var munurin heili 10 stig frá Fleyr upp til oddaliðið, meðan SÍ var heili 12 stig aftanfyri. Nú stigini eru hálverað er munurin tó væl minni, og hetta fer helst at geva bæði Fleyr og SÍ blóð á tonna.

Jøvn kapping
Sjálvt um stigamunurin hevur verið stórur í millum liðini, so má kappingin tó metast at hava verið sera jøvn í grundspælinum. Av teimum 20 dystunum, sum eru leiktir í bestu mansdeildini, eru bert fýra endaðir við 3-0 sigri til annað liðið, meðan bæði liðini hava vunnið minst eitt sett í øllum hinum 16 dystunum.
Hetta boðar frá einum spennandi endaspælið, har serliga ÍF, men eisini Mjølnir, mugu metast at vera favorittur. Hini liðini mugu í øllum førum vísa nógv betri spæl, um tey skulu hava nakran møguleika at steðga teimum báðum oddaliðnum.