Tað endaði 2-2, tá ið ÍF seinnapartin var gestur hjá teimum næstbestu hjá KÍ.
KÍ fór í morgun við átjan spælarum av landinum við kós suður á Malta at spæla í Europa kappingini.
Tað sást aftur á manningini á næstbesta liðnum, har tað ofta plaga at vera nakrir úr besta hópinum.
David Langgaard legði longu í øðrum minutti heimaliðið framum, eftir at Eivin Sørensen hevði lagt innfyri við frísparki, men tveir minuttir seinni javnaði ÍF, tá ið miðvallarin Bogi Reinert Petersen skoraði. Tað var eftir langt innkast.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki umsetti KÍ liðformaðurin Henry Heinesen brotsspark til 2-1, sum varð dømt eftir at lagt var innfyri við horna. ÍF svaraði aftur, tá ið KÍ kiksaði í sambandi við afturlegging, Jan Ó. Ellingsgaard fekk aftur í bóltinum og spældi Dion Splidt púra blankan. Tá restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin høvdu bæði liðini góðar møguleikar at skora, men tað endaði 2-2.
Úrslitið ber við sær, at KÍ við 38 stigum framvegis er topplið, og at ÍF við 30 stigum er nummar trý og harvið á uppflytingarplássi.