Fáa betri umstøður at skreiða á skíð á Sornfelli

Tórshavnar býráð og skíðfelagið hava skrivað undir nýggja avtalu

Nú verða betri umstøður at skreiða á skíð á Sornfelli. Tað er greitt nú skíðfelagið, Fjalir, og Tórshavnar býráð, hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu um at bøta um umstøðurnar á Sornfelli.  Býráðið sigur, at Fjalir er eitt skíðfelag í menning og tey hava stórar ætlanum við skíðbreytini á Sornfelli.

 

Eitt, sum ætlanin er at gera næsta ár,  er at slætta breytina fyri at gera hana betri at skreiða á. Eisini er ætlani at leingja breytina nakað. Harumframt er ætlanin at úvega nýggjar skíðliftir sum eisinni røkka longri enn verandi.

 

Býráðið staðfestir, at tað liggur væl fyri at skreiða á skíð á Sornfelli. Har er lætt at koma til frá Oyggjarvegnum, og um veturin er arktiskt veðurlag. Sostatt liggur kavin leingi, og royndirnar eru, at tað ber til at skreiða á skíðum einar 40-60 dagar um veturin.