Vestmanna fær nútímans venjingarhølir seinni í heyst

Tilbygningurin er 80 fermetrar stórur við høgari trom, og her verður beinleiðis atgongd og sýni inn í høllina og út í túnið

 

 

 

 

 

Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í ítróttarhøllini.

 

Vestmanna kommuna er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning uppí vestursíðuna á høllini.

 

- Tilbygningurin skal brúkast sum venjingarhøli, og væntandi verða hølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/ november. 

 

Bygningurin er 80 fermetrar stórur við høgari trom, og her verður beinleiðis atgongd og sýni inn í høllina og út í túnið.

 

- Stílurin er einfaldur, og rúmið er opið við ráum betongveggi og troldteklofti, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

##med2##

 

Tað er Magnus Müller, sum hevur teknað og projekterað.

 

Sp/f Johnny Joensen hava grivið út og planerað, Sp/f Jóni Durhuus hava stoypt, og Timbur & Snikkaratænastan v/ Hjartvardi Kjærbæk gera í løtuni timburarbeiðið.