Nú skal hann standa á odda fyri at menna Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Hann sær stórar møguleikar fyri gransking og útbúgving í Føroyum, men eisini forðingar, ið mugu beinast burtur.
Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:
- Er tað ikki fantastiskt? Eg kann fara út úr skrivstovuni uttan at læsa hurðina. Tað hevði ongantíð gingið har, eg havi arbeitt fyrr, sigur Peter Freere, nýggjur dekanur á Náttúruvísindadeildini, tá hann fer út á gongina frá skrivstovu síni á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.
Peter Freere flutti til Føroya úr Australia fyri hálvum ári síðani at taka við starvi sum dekanur - deildarleiðari - á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur starvast á universitetum í fleiri fjarskotnum londum og hevur enn ikki vant seg heilt við at kunna ferðast trygt alla staðni. Serliga tey átta árini, hann var professari á Nelson Mandela University í Suðurafrika, hava sett síni spor.
-Suðurafrika er eitt vakurt land, men tað er sera trupult at liva har. Har er ógvuliga vandamikið, og tú kanst ongantíð kenna teg tryggan, sigur hann.
Arbeitt í nógvum londum
Peter Freere hevur frá barnsbeini verið vanur við at flyta millum lond. Hann var bert trý ára gamal, tá hann flutti við foreldrunum úr Bretlandi til Sveis. Tá hann var átta ár, fluttu tey úr Sveis til Australia, har hann vaks upp og tók bachelor og master prógv í elverkfrøði.
Ein part av lestrartíðini var hann í Sveis, og tá hann var liðugur sum master, vildi hann sleppa aftur til Europa.
Peter tók ph.d. í sterkstreymsverkfrøði á Newcastle upon Tyne University í Onglandi. Har hitti hann eisini konu sína, Anu, sum er uppvaksin í Suðurafrika.
Peter flutti aftur til Australia, har hann starvaðist sum lektari á Monash University í Melbourne í sjey ár. Síðani gekk leiðin til Kathmandu University í Nepal og fimm ár seinni aftur til Australia.
Frá 2010 til 2015 starvaðist Peter sum ráðgevi í orkumálum hjá einum altjóða felagsskapi og var hesa tíðina millum annað í Burundi, Vietnam, Nepal og Etiopia.
Fyri tíggju árum síðani fluttu Peter og Ana til Suðurafrika, tí mamma hennara var vorðin gomul og einsamøll. Har fekk hann starv sum professari á Nelson Mandela University í Port Elizabeth, ið hevur umleið 20.000 lesandi.
- Nógv lesandi vóru úr fátøkum býarpørtum og høvdu sálarligar løstir, tí tey høvdu verið álopin. Fleiri lesandi doyðu, meðan eg var har, til tíðir varð ein lesandi dripin annan hvønn mánað, sigur hann.
Tá vermamman var deyð, fluttu Peter og Ana úr Suðurafrika. Tey vóru fyrst í Australia eina tíð, og so varð kósin sett móti Føroyum.
- Okkum hevur dámað væl at ferðast kring heimin. Tað hevur verið spennandi, men eisini stravið. Tað er møðsamt og dýrt at flyta millum lond, og tað tekur umleið fimm ár at skapa vinaløg í einum nýggjum landi. So nú ætla vit at verða verandi her, sigur hann.
At tað gjørdist Føroyar, sum nú eftir ætlan skal vera endastøðin hjá Peter og konuni, er soni teirra, Phil, fyri at takka. Hann kom til Føroya fyri átta árum síðani sum flogbóltsleikari og fann kærleikan í Klaksvík.
- Vit vitjaðu hann í Føroyum nakrar ferðir, og okkum dámdi væl landið. Her er vakurt, og fólk eru vinalig. Føroyar eru eitt mentað og trygt samfelag, har tú fært hjálp, um tú hevur tørv á tí. Tað er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja aðrastaðni í heiminum, sigur Peter.
##med2##
Ungt universitet í menning
Peter Freere er enn í ferð við at seta seg inn í viðurskiftini á Náttúruvísindadeildini og Fróðskaparsetrinum sum heild.
- Setrið er nógv minni enn universitetini, ið eg havi arbeitt á fyrr. Tað er eitt ungt universitet, sum enn er í menning, og tað er spennandi at vera ein partur av og fáa ávirkan á ta tilgongdina, sigur hann.
Peter sær bæði fyrimunir og vansar við, at Setrið er eitt lítið universitet.
- Tað er lætt og skjótt at koma í samband við øll, heilt upp til rektaran. Men tilfeingið er minni enn aðrastaðni, og broytingar henda alla tíðina.
Fróðskaparsetrið arbeiðir við at góðskutryggja og menna allar útbúgvingar við mannagongdum, sum eru í samsvari við bolognatilgongdina, fyri at tryggja lesandi og granskarum smidligt altjóða flytføri.
- Tað er neyðugt, men fyri at skapa eina vælvirkandi deild við dygdargóðari undirvísing, gransking og fyrisiting er eisini neyðugt við støðufesti. Tá nýggjar mannagongdir og ætlanir koma í heilum, verða starvsfólk móð og ørkymlað, sigur hann.
Peter hevur tó góðar vónir um framtíðina hjá Náttúruvísindadeildini.
- Vit hava góð starvsfólk, ið eru sinnaði at arbeiða fyri at menna deildina. Tey skulu bert hava møguleikan fyri at gera tað, og tað er upp til mín at skipa fyri tí og skapa teir møguleikarnar, sigur hann.
Peter Freere hevur sett sær fyri, at allir undirvísarar á deildini skulu taka lut í gransking.
- Tað eru nøkur, ið granska, og nøkur, ið ikki granska. Og nøkur teirra, sum granska, eru ørkymlaði, tí tað er trupult at fáa nóg nógva tíð og fígging til granskingina. Tað vil eg fegin gera nakað við, sigur hann.
##med3##
Fleiri nýggir útlendskir granskarar
Fleiri nýggir granskarar eru komnir í starv á Náttúruvísindadeildini seinastu tíðina. Nærum triðingurin av granskarunum á deildini er nú úr øðrum londum.
- Tað er gott at hava fólk við ymiskari bakgrund, sum eru serkøn á teirra øki og kunnu koma við ymiskum hugskotum. Men tað er ein trupulleiki, at útlendingarnir ikki duga føroyskt, sigur Peter.
Útlendsk starvsfólk á Setrinum fáa tilboð um at luttaka í málskeiðum á Glasir, sum Setrið rindar fyri. Tey flestu taka av hesum tilboði, men hjá summum gongur long tíð, áðrenn tey skilja føroyskt.
- Øll duga væl enskt á deildini og hava ikki trupulleikar við at samskifta, men vanliga tosið millum starvsfólkið er á føroyskum. Fyri at skilja ymsar støður og samanhangir er neyðugt at duga føroyskt. Um útlendsku starvsfólkini ikki skilja føroyskt, er vandi fyri, at tey fara skjótt av stað aftur, tí tey ikki kenna seg heima her, og tað kann eisini fáa avleiðingar fyri útbúgvingarnar á deildini, sigur Peter.
##med4##
Mugu hava fleiri lesandi
Umleið hundrað lesandi eru á Náttúruvísindadeildini. Tey lesa lívfrøði, mýlalívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og dátuvísindi.
Umframt at vera dekanur á Náttúruvísindadeildini er Peter Freere eisini virkandi útbúgvingarleiðari á bachelorstigi í verkfrøði.
- Vit eiga at royna at fáa fleiri lesandi. Vit mugu marknaðarføra okkara útbúgvingar betri fyri at fáa fleiri føroyingar at lesa her á deildini. Lívfrøði hevur megnað væl at fáa lesandi, ið annars høvdu farið til Danmarkar. Aðrar útbúgvingar, ið hava sera fá lesandi, kunnu gera tað sama, um tað verður fyrireikað væl.
- Vit eiga eisini at royna at fáa útlendsk lesandi hendanvegin við at marknaðarføra okkara útbúgvingar í øðrum londum. Men tað fer sjálvandi at merkja, at vit mugu undirvísa á enskum í nøkrum skeiðum, sigur hann.
Í løtuni eru nærum bert útbúgvingar til bachelor á Náttúruvísindadeildini. Bert í dátuvísindi ber til at taka útbúgving á masterstigi.
- Vit hava bachelor lesandi, og vit hava eisini ph.d. lesandi, men einki millum bachelor og ph.d. Eg fari at virka fyri, at vit eisini fáa masterútbúgvingar, so okkara lesandi kunnu taka alla útbúgvingina her, sigur Peter.
Peter Freere
Føddur 1960 í Bretlandi
Bachelor í alisfrøði, støddfrøði og elverkfrøði á Sydney University, Australia
Master í verkfrøði á New South Wales University, Australia
1994 Ph.d. í sterkstreymsverkfrøði frá University of Newcastle upon Tyne, Bretlandi
1994 – 1999 Lektari á Monash University, Australia
2000 – 2001 Ráðgevi í vindorku
2002 – 2006 Lektari á Kathmandu University, Nepal
2006 – 2009 Granskari á Monash University, Australia
2010 – 2015 Orkuráðgevi í Burundi, Vietnam, Nepal og Etiopia
2015 – 2022 Professari á Nelson Mandela University, Suðurafrika
2023 – 2024 Rættarverkfrøðingur og tøkniligur ritstjóri
2024 - Dekanur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Náttúruvísindadeildin
Náttúruvísindadeildin er ein av fimm deildum á Fróðskaparsetrinum. Deildin heldur til í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.
Á deildini eru 28 starvsfólk. 8 starvsfólk eru útlendingar úr Kina, Noregi, Danmark, Týsklandi, Italia og Australia.
Umleið hundrað lesandi eru á deildini, sum lesa lívfrøði, mýlalívfrøði, orkuverkfrøði, elverkfrøði, byggiverkfrøði, KT-verkfrøði, og dátuvísindi.
Peter Freere er dekanur á Náttúruvísindadeildini.