Jupiter, sum kom á Fuglafjørð mánakvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, fekk ikki landingartørn á Havsbrún fyrr enn á middegi í dag. Teir vóru tá lidnir at landa Christian í Grótinum, sum hevði fulla last av svartkjafti.
Tá In.fo hevði orð á umboð fyri Varðan í Gøtu týsdagin, vóru øll skipini hjá felagnum á svartkjaftaleiðunum eystan fyri í føroyskum sjógvi. Har vóru Tummas T, sum hevur verið úti í eina viku - og Finnur Fríði, sum hevur roynt í einar tveir ella tríggjar dagar.
Tróndur í Gøtu, sum herfyri legði eini 2700-2800 tons upp til Havsbrún í Fuglafirði, var eisini á veg út aftur á fiskileið. Umframt føroysku skipini, eru eisini útlendsk skip, eitt nú russisk og íslendsk, á svartkjaftaleiðunum eysturi móti norska fiskimarkinum.
Hjá Varðanum í Gøtu verður sagt, at svartkjaftafiskiskapurin í heyst hevur verið skiftandi, men nú verðrið seinastu dagarnar hevur verið betri, hevur fiskiskapurin eisini roynst.
Sum skilst, fara uppsjóvarskipini aftur á svartkjaftaleiðirnar eystan fyri í byrjanini av nýggja árinum.