- Vit hava fingið færri enn 10 fráboðanir. Enn er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki varnast skaðarnar á frystiboksum og øðrum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
Tá streymslit hevur verið, er tað serliga ventilatiónir, hitapumpur og onnur elektronisk útgerð sum kann fáa skaða.
Í fleiri støðum fór streymurin og kom aftur nakrar ferðir, og hetta økir um vandan fyri skaðum á el lutir. Tí kann væntast, at fleiri fráboðanir koma seinni.