Tað er Rakel Helmsdal, rithøvundur, sum í Facebook bólkinum » Varðveitið fríøkið við Sandá« mælir til, at fólk sum mótmæli ímóti, at nýggj kirkja verður bygd á Argjum, í felag melda seg úr Fólkakirkjuni.
– Hevði tað ikki verið eina roynd vert at savna nógv fólk, (eg meini ordiliga NÓGV! helst meginpartin av hesum bólkinum) og troppa upp samlað hjá bispi at melda okkum úr fólkakirkjuni, um hann ikki steðgar hasum øra kirkjubyggjarínum við Sandá, spyr Rakel Helmsdal teir 2.400 limirnar í bólkinum.
Hon sigur, at tað eitt sera týðiligt tekin, og ein aktión sum er løtt at skipa.
Hon spyr, um tað skal ein serligur formularur til at melda seg úr, og um onkur man kunna skaffa ein frá einum kirkjukontóri.
– So kunnu kunnu vit kopiera hann og fylla hann út at hava við, sigur hon.
##med2##
Hon spyr eisini teir 2.400 limirnar í bólkinum soleiðis:
– Er nakar sum vil hjálpa mær at skipa fyri, so vil eg gjarna gera tað, bara ikki einsamøll, tí eg havi ongar royndir at skipa fyri mótmælistiltøkum, sigur Rakel Helmsdal.