Facebook ansar tær

Facebook er í ferð við at menna “heilan”, so skipanin sjálv kann ávara, áðrenn býttar myndir frá jólafrokostinum enda á vangamyndini

 

 

Yann LeCun, sum er leiðari fyri royndunum hjá Facebook at skapa eftirgjørdan intelligens í skipanini, sigur við Wired, at tey nú arbeiða við skipan, sum kann ávara, tá tú ætlar at senda óhepnar myndir frá eitt nú jólaborðhaldinum á netið.

 

Tað er jú væl hugsandi, at tær myndir ella upptøkur, sum undir borðhaldinum tykjast ótrúliga stuttligar, í veruleikanum eru pínligar. Tí kann tað koma væl við, um “mammu-funkan” kemur við spurninginum, um tað er so heppi, at stjórin og foreldrini síggja tað, sum tú ert í ferð við at leggja út.

 

Loyndarmálið handan funkuna, sum ikki er so langt burturi, er, at Facebook í stóran mun kennir tínar online-vanar. Ikki minst, nær tú vanliga leggur myndir á netið. Og tí sigur skipanin frá, um tú brádliga fert at leggja myndir út eina sunnunátt, um tú ikki vanliga gert hetta.