Facebook farið at fjala grindamyndir

Myndirnar verða mettar at verða ov stoytandi.

Eftir mongu grindadrápini í ár, hava nógv óivað lagt myndir av grindini á sosialu miðlarnar. Sum nakað nýtt, verða brúkarar á Facebook nú ávaraðir um, at hesar myndirnar møguliga eru stoytandi, og ein skal tí sjálvur samtykkja at fáa myndina vísta.

 

Ein teirra, sum legði mynd á Facebook av uppskornum hvalum fyrradagin var Heri Joensen úr Týr, sum áður hevur vart grindadráp eftir harðar ákoyringar. Tó verður myndin kám, og ávarar móti at antin harðskapi ella blóðbaði.

 

Eisini millum føroyingar eru summi, ið halda at grindamyndir á Facebook er ov nógv av tí góða – millum annað sangfuglurin úr Gøtu, Eivør, ið tók soleiðis til orðanna á Facebook:

 

"Eg kvalist av hvala myndum á facebook!"

  

Undir dagføringini eru fleiri, sum taka undir við Eivør, ið seta spurning við hvørt myndirnar í grundini tæna nøkrum endamáli.