– Eg biði so hjartaliga øll fyrigeva okkum, tit sum eru rakt av krassjinum. Vit hava trupulleikar við netinum og arbeitt verður av øllum alvi við at loysa trupulleikarnar og fáa skipanirnar at koyra aftur skjótast gjørligt, skrivar Mike Schroepfer.
Við The New York Times siga tveir ónevnir limir í trygdarlignum hjá Facebook, at tað er »ósannlíkt«, at talan er um eitt hakkaraálop.
Men ógreitt er, hvør trupulleikin er.
Eini feilboð á heimasíðuni hjá kt-risanum kundu bent á, at talan er um ein feil í sonevdnu DNS-skipanini, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað er skipanin, sum loyvir adressum á internetinum at senda brúkarar til ta síðuna, teir vilja á.
Trygdarserfrøðingar siga sambært Reuters, at okkurt bendir á, at talan er um ein innanhýsis feil. Tað verður mett sum minni sannlíkt, at talan er um hakkaraálop.
##med2##
Í kvøld frættist eisini, at summir brúkarar eisini høvu trupulleikar við øðrum heimasíðum, so sum Google, Amazon og TikTok.
/ritzau/