Fær ongar avleiðigar fyri løgmann í summar

Løgmaður fer av landinum í morgin og verður burtur í ein heilan mánað

Í morgin fer løgmaður at ferðast, og hann verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn um ein mánað.

 

Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen fyri in.fo

 

Í morgin fer hann til Jersey á Oyggjaleikir. Eftir tað fer hann við føroyska rynkebý-súkkluliðinum, sum skal súkkla úr Danmark til París, og eftir tað fer hann at halda summarfrí.

 

– So eg verði burtur í allan julimánað, sigur løgmaður, sum í morgin fyri fjórðu ferð skal fylgja føroysku ítróttarfólkunum á oyggjaleikum.

 

Spurdur um kreppufund í Sambandsflokkinum um kanningarúrslitið hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum varð lagt fram í gjár, sigur løgmaður, at tað veit hann einki um.

 

– Tað kenni eg einki til. Vit hava ein fund í tingbólkinum í morgin um løgtignsvalið, har vit eisini skulu fyrireika okkum til feriu. Tað er møguligt, at vit eisini tosa um kanningina, men tað er eingin kreppufundur – mær vitandi, um úrslitið av kanningini, sigur løgmaður.

 

– Fyri mín part er hatta yvirstaðið. Eg kann ikki gera so nógv nú.

 

Men løgmaður kann altíð leggja frá sær sum eina avleiðing av lógarbrotinum. Spurdur, um hann hevur umhugsað tað sigur hann, at tað ger hann ikki.

 

So tey, sum høvdu væntað sær nakað stórt í summar, tey verða skuffað, heldur løgmaður.

 

– Í summar hendir einki. Hvat kann koma fyri á ólavsøku, veit eg ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum soleiðis ikki væntar sær nakað eftirspæl av kanningini hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum staðfesti, at løgmaður hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna við tilvitað at siga ósatt fyri løgtinginum.