65 fólk færri hava valrætt hesaferð í mun til løgtingsvalið 8. desember í 2022.
Tá høvdu 39.020 fólk valrætt. Uppgerðin frá fólkatingsvalinum týsdagin vísir, at 38.955 fólk høvdu valrætt. Tað er ein munur upp á 65 fólk.
Hetta hendir, hóast fólkatalið er vaksið síðani 2022. Men tá tað er talið av útlendingum er vaksið so kann tað vera orsøkin. Treytin fyri at hava atkvøðurætt til løgtingsval og fólkatingsval í Føroyum er, at tú ert danskur ríkisborgari og ert í eini føroyskari kommunu – ella at tú ert lesandi føroyingur uttanlands.
Verður valluttøkan nøkulunda tann sama, sum seinast, so kann talið av greiddum atkvøðum verða nøkulunda tað sama.
Fyri at fáa umboð valt á ting, so skal ein flokkurin 1/33 part av atkvøðunum, sum í prosentum er 3,03.
Tað talið – sum vit kalla tinggáttin – var á seinasta løgtingsvalið 1.037 atkøvður. Hesin tølini benda á, at tinggáttin fer at liggja á sama støði hesaferð.
Tinggáttin hevur – helst – bara týdning fyri Sjálvstýri, sum var undir tinggáttini seinast. Tá fekk flokkurin 940 atkvøður, 97 ov fáar at raka tinggáttina. Klárar flokkurin upp um tað hesaferð, so fær hann umboð valt á ting.










