Færri og sterkari kommunueindir

Føroyar hava tørv á færri og sterkari kommunueindum. Tað krevur annaðhvørt, at kommunur leggja saman ella fara at samstarva meira tvørturum kommunumørk

Tað er áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag roynir støðugt at varpa á týdningin á at hava ein skynsamari almennan rakstur.

 

Ov nógvar kommunur

Tað eru 29 kommunur í Føroyum. Hagtøl vísa, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Í fimtu hvørjari kommunu verður yvir 30 prosent av øllum rakstrinum brúktur til at umsita kommununa – also til fyrisiting hjá kommunustýrinum. Hetta er ikki skynsamt.

 

Fleiri kommunur eru bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga veikar. Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran meira effektivt.

 

Ein høvuðsavbjóðing

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at effektivisering og serliga leikluturin hjá tí almenna er ein høvuðsavbjóðing. Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir. Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at fáa sterkari kommunur, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.

 

Hvørja ferð, uppgávur verða fluttar til kommunurnar, stendur Føroya Arbeiðsgevarafelag ofta spyrjandi, tí vanliga minkar luturin hjá landinum ikki samsvarandi. Sama er galdandi, tá ið uppgávur verða fluttar millum almennar stovnar. Seinastu árini hava vit eisini brúkt nógva orku og pening til at talgilda nógvar tænastur, men kortini síggjast millum lítlar og ongar sparingar aftur. Kanska heldur tvørturímóti.

 

Fíggjarpolitiskt regluverk og kommunlan útreiðslukarm

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað neyðugt við einum nógv skynsamari almennum rakstri. Almennu útreiðslurnar halda áfram at vaksa ov skjótt. Tí er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa. Regluverkið skal tryggja, at útreiðslurnar ikki vaksa ov nógv í góðum tíðum, so nóg mikið er til rakstur og íløgur, tá tíðirnar verða verri.

 

Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri.

 

Soleiðis er fólkatalið í teimum 29 kommununum í Føroyum:

 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
 

Sep/24

 
 
  

2024

 
 

Tilsamans

 
 

54.679

 
 

Tórshavnar kommuna

 
 

23.353

 
 

Klaksvíkar kommuna

 
 

5.519

 
 

Runavíkar kommuna

 
 

4.391

 
 

Eysturkommuna

 
 

2.298

 
 

Vága kommuna

 
 

2.219

 
 

Sunda kommuna

 
 

1.796

 
 

Tvøroyrar kommuna

 
 

1.746

 
 

Fuglafjarðar kommuna

 
 

1.617

 
 

Nes kommuna

 
 

1.576

 
 

Vágs kommuna

 
 

1.342

 
 

Vestmanna kommuna

 
 

1.262

 
 

Sørvágs kommuna

 
 

1.234

 
 

Sjóvar kommuna

 
 

1.225

 
 

Eiðis kommuna

 
 

777

 
 

Hvalbiar kommuna

 
 

635

 
 

Kvívíkar kommuna

 
 

616

 
 

Sands kommuna

 
 

525

 
 

Skopunar kommuna

 
 

482

 
 

Hvannasunds kommuna

 
 

419

 
 

Sumbiar kommuna

 
 

331

 
 

Viðareiðis kommuna

 
 

330

 
 

Porkeris kommuna

 
 

326

 
 

Kunoyar kommuna

 
 

149

 
 

Skálavíkar kommuna

 
 

145

 
 

Húsavíkar kommuna

 
 

108

 
 

Hovs kommuna

 
 

103

 
 

Fámjins kommuna

 
 

74

 
 

Fugloyar kommuna

 
 

45

 
 

Skúgvoyar kommuna

 
 

36