Rækjurnar hava velduga stóran týdning fyri grønlendsku reiðaríini og fyri grønlendska búskapin.
Í 2024 var grønlendski útflutningurin av rækjum 2,4 milliardir krónur, sum nærkast helminginum av samlaða grønlendska útflutninginum.
Nýggjasta ráðgevingin fyri rækjufiskiskap í Vesturgrønlandi er, at 5000 tons færri skulu fiskast í 2026 enn í 2025, og hetta er ein minking á umleið 5000 tons, sum er nógv í krónum og oyrum.
Soleiðis verður mælt til, at rækjuveiðan í Vesturgrønlandi í 2026 ikki fer upp um 75.000 tons.
- Tilmælta veiðan byggir á útrokningar, sum vísa, at bæði rækjustovnurin og rækjuveiðan í Vesturgrønlandi er minkandi, samstundis sum meira toskur hevur verið, sum eisini etur rækjur.
Hetta sigur grønlendski Náttúruvísindastovnurin.
Ráðgevingin fyri veiði eftir rækjum í Vesturgrønlandi setti met í 2021 og 2022, tá mælt varð til, at veiðast kundu 115.000 tons. Men, síðan er tilmælta veiðan í Vesturgrønlandi minkað við umleið 34 prosentum.
Men, tað er ikki bara í Vesturgrønlandi, at mælt verður til at fiska færri rækjur. Í Eysturgrønlandi er uppaftur verri vorðið, og her sigur ráðgevingin, at tað einans mugu fiskast 500 tons av rækjum næsta ár, sum er ein helvt minni enn í ár.
Í Eysturgrønlandi vísa stovnsmetingar, at stovnurin er lítil, og samstundis verður meira fiskað, enn ráðiligt er. Bæði lívfrøðiligar kanningar og tøl frá fiskiskapi vísa, at stovnurin er avmarkaður til økið kring Dohrn Bankan, veit Náttúruvísindastovnurin at siga.
- Tilmælini eru nú latin grønlendska landsstýrinum, sum hevur ábyrgdina av at áseta endaligu rækjukvoturnar fyri 2026, veit Sermitsiaq at siga í dag.