Í minsta lagi trý fólk hava latið lív og fleiri hava fingið skaða, eftir at ein risastór alda rakti suðurstrondina á sponsku frítíðaroynni Tenerife.
Tað upplýsa myndugleikarnir á staðnum, sambært spanska blaðnum El País.
Ein persónur er endurlívgaður eftir hjartasteðg og er flogin við tyrlu til Hospital de la Candelaria saman við trimum øðrum særdum fólkum.
Myndugleikarnir í oynni hava seinastu dagarnar aktiverað økta tilbúgving á strondunum orsakað av illveðrinum, skrivar El País.
Fyrst í november doyðu eisini trý fólk, eftir at oyggin varð rakt av ringum veðri og risastórum aldum.
Tenerife liggur í Atlantshavinum vestan fyri strondina í Afrika. Næstan ein millión fólk búgva á oynni.
/Ritzau/












