Færri tons avreidd fyri minni pengar

Tilsamans eru avreidd 15.000 tons minni fyrstu átta mánaðirnar í ár enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør, og samstundis er talan um eitt fall í virði upp á knappar 175 milliónir krónur, vísa nýggjastu avreiðingartølini frá Hagstovuni.

Samlaðu avreiðingarnar higartil í ár eru 49.345 tons, og samlaða avreiðingarvirðið frá januar til august í ár er góðar 598 milliónir krónur.

Avreiðingarnar av botnfiski vóru 10.358 tons færri og av flatfiski 824 tons færri, og er samlaða nøgdin í tonsum sostatt fallin 23 prosent.

Avreiðingarvirði á botnfiskinum fall knappar 140 milliónir og á flatfiskinum góðar 21 milliónir, sum tilsamans svarar til eitt fall upp á 29 prosent.

Avreiðingarnar av toski eru vaksnar fýra prosent í nøgd, men falnar 16 prosent í virði, meðan nøgdin av hýsu er vaksin 32 prosent og í virði 28 prosent.

Í tonsum er størsta minkingin í avreiðingunum av upsa, 7.679 tons, sum í virði er 89 milliónir krónur, svarandi til eitt fall upp á 39 prosent.