Fagna Ísrael á Vaglinum

Í samband við at mánadagin 14. mai, eru 70 ár liðin, síðan tjóðin Ísrael bleiv endurstovna, verður ein heiðursløta kl. 17:30 á Vaglinum í Tórshavn.

 

Til tiltakið verða sangframførðslur, røður og bæði føroyski og ísraelski tjóðsangirnir sungnir.

 

Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri tiltakinum í samband við at tey hava vitjan av fyrrverandi talsmanninum hjá ísraelsku verjuni og núverandi høgravenda politikkaranum, Avi Lipkin.

 

Tað var 14. mai 1948, fáar tímar áðrenn bretar høvdu boðað frá, at teir trektu seg úr miðeystri, at David Ben Gurion boðaði frá, at ísraelski staturin var nú settur á stovn. USA og, til undran hjá mongum, Sovjetsamveldið viðurkendu beinanvegin nýggja statin, saman við fleiri øðrum londum, men muslimsku grannarnir vildu ikki viðurkenna Ísrael og fóru heldur í kríggj.

 

Kríggið vardi í 10 mánaðir, men tá vápnahvíldin byrjaði, hevði Ísrael vunnið sær nógv størri landaøki, enn ætlanin hjá ST í resolution 181 frá 1947 var. Ísraelski herurin hevði tikið ein part av Negev oyðimørkini og Gaza-geiranum, Galilea, eitt fitt petti av vestara áarbakka og alt Jerusalem. Jordan valdi tá at hertaka restina av økinum, sum bretar higartil høvdu umsitið, meðan Egyptaland hertók restina av Gaza-geiranum.

 

700.000 arabarar flýddu úr heimum sínum í Ísrael, meðan á leið sama mongd av ísraelum flýddu til Ísraels orsaka av forfylging í grannalondunum.

 

Ísraelski tjóðardagurin fylgir annars hebraiska kalendaranum, og flytir tí frá árið til ár. 14. mai 1948 var 5. iyar og í Ísrael verður 5. iyar mettur at vera tjóðardagurin. Hann verður tó sjáldan hildin á sjálvum degnum, orsaka av sabbatlógunum í Ísrael. Tí verður tjóðardagurin sum oftast útsettur ella framskundaður ein dag ella tveir. Í ár er veruligi tjóðardagurin 19. mai. Í fjør var hann 2. mai og næsta ár verður hann 9. mai. Í 2012 verður hann longu 15. apríl.