Fagnaðarkonsert: Tórshavnar Manskór 40 ár

Leygardagin verður fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum kl. 17:00

Tórshavnar Manskór uttanfyri Langholtskirkju í Reykjavik flaggdagin 25. aprl 2026

Kári av Reyni, tenorur, og Bjarni Restorff, kórleiðari, vóru teir, ið laðaðu grundina til tað kórið, sum nú 40 ár seinni, bjóðar áhoyrarum í Norðurlandahúsið á fagnaðarkonsert leygardagin kl. 17:00. Eina konsert, ið staðfestir, at kórið enn livir sítt virkna lív, hóast stovnararnir, og fleiri við teimum, eru farnir úr hesi verð.

 

Aðalmálið hjá kórinum hevur alla tí verið, í góðsku at náa upp millum tey bestu manskórini í Norðurlondum.

 

Kórið er væl ávegis at náa hesum máli, og er gott samstarv við so góð kór sum Den Danske Studentersangforening úr København, Orphei Drängar úr Uppsala í Svøríki, Karlakór Reykjavikur og Fostbræður úr Íslandi, og seinnu árini eisini DnS, Den Norske Studentersangforening, úr Olso, prógvið um, at Tórshavnar Manskór verður virt og mett somikið gott, at stóru og navnframu kórini kring okkum, hava tikið føroyska kórið til sín, sum javnsett kór.

 

Á Konsertini leygardagin trínur kórið á pall saman við sera dugnaligum fólki:

 

Mattias Kapnas á klaveri, og tveimum navnframum gestakórleiðarum, Marit Tøndel Bodsberg, kórleiðari hjá m.ø. Den Norske Studentersangforening, og Fríðrik Kristinsson, ið dagliga leiðir Karlakóri Reykjavikur.

 

Fasti kórleiðarin í Tórshavnar Manskóri, Jón Festirstein, eigur sjállvsagt eisini sín stóra sjálvsagda og umráðandi leiklut á konsertini.

 

Á skránni verður bæði nýtt og gamalt, stórslignir eins og inniligir sangir, og sum nakað heilt serstakt verður verkið Í Noreg búðu raskir menn, ið norski komponisturin, Tormod Tvete Vik, hevur skrivað til Tórshavnar Manskór í sambandi við 40 ára dagin, frumframført.

 

Verið vælkomin!

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

Tórshavnar Manskór uttanfyri Langholtskirkju í Reykjavik flaggdagin 25. aprl 2026

Friðrik S. Kristinsson, kórleiðari í Karlakóri Reykjavikur

Tormod Tvete Vik, komponistur

Marit Tøndel Bodsberg, Kórleiðari í Den Norske Studentersangforening

Mattias Kapnas, pianistur

Jón Festirstein, kórleiðari í Tórshavar Manskóri