Fagraberg, sum í løtuni er á sildaveiði norðanfyri og Vesturvón, sum liggur á Fuglafirði og hevur lagt fyri árið, hava báðir gjørt eitt rímiliga gott ár í ár. Anfinn Olsen, reiðari á uppisjóvarskipinum Fagrabergi og flakatrolaranum, Vesturvón, sigur, at bæði skipini hava gjørt eitt gott ár.
- Vesturvón kom aftur av seinasta túri í ár fyri lítlari viku síðan og liggur nú á Fuglafirði. Hetta var ein stuttur túrur í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Veiðan liggur um 300 tons.
Reiðarin sigur, at nú eigur Vesturvón ikki meiri at fiska í ár og kemur at liggja restina av hesum árinum.
- Men Vesturvón hevur gjørt eitt rímiliga gott ár, og vit eru nøgdir, leggur hann aftrat.
Nú føroyska svartkjaftakvotan minkaði niður í lítið og einki, og Føroyar soleiðis ongan svartkjaft hava at lata russum í býti við tosk, standa vinna eins og landsins myndugleikar spyrjandi um komandi samráðingar um sínámillum fiskiveiðirættindi, sum ætlandi verða seinni í hesum mánaðinum.
Føroyska vónin er, at vit kanska kunnu lata russum meiri av makreli, enn teir fáa sum er, men hetta avhongur eisini av, hvussu stórur føroyski makrelparturin verður fyri 2011.
Anfinn Olsen sigur, at uppsjóvarskipið Fagraberg eisini hevur gjørt eitt gott ár í ár.
- Fagraberg er í løtuni á sild norðanfyri, og skipið landar, har teir fáa mest fyri fiskin, sigur hann.
Reiðarin sigur, at økta makrelkvotan hjá Føroyum hevur havt sín týdning fyri árið í ár, men hann dylur ikki fyri, at tað hevur verið dýrari at fiska makrelin við troli heldur enn við nót, um hann - sum undanfarin ár - í størri mun varð veiddur í norskum sjógvi.
- Men vit eru nøgdir við árið, sigur Anfinn Olsen.