Fair play frá Goliat

Orð sum ”kubanskir tilstandir” og ”revolvarametodir” vóru á lofti í Tinganesi, tá landsstýrið seinnapartin mánadagin legði fram sítt svar til ES, ið hóttir við tiltøkum móti Føroyum. Trumfurin hjá landsstýrinum er tó at finna í havrættarsáttmálanum hjá ST, sum ásetur reglur um seming áðrenn boykott kann koma upp á tal.

Jón Brian Hvidtfeldt

- Ein mánaður er ein stutt og órímilig freist til at svara í einum slíkum álvarsomum máli sum hesum.
Løgmaður hevði hug at binda um heilan fingur, tá hann skuldi greiða almenninginum frá, hvussu landsstýrið tacklar hóttanirnar frá ES um tiltøk, aftur fyri at Føroyar hava ásett sær sína egnu og nógv størri sildakvotu í ár enn undanfarin ár.
Løgmaður, sum hevði Jacob Vestergaard undir liðini á sær á tíðindafundinum í Tinganesi, legði stóran dent á, at tað er ein misskiljing, tá ES og onnur av hinum strandalondunum hava ført fram, at Føroyar eru rýmdar av samráðingum um norðhavssildina.
- Vit eru ikki rýmd frá nøkrum samráðingum, og síðsta mánaðin hava vit gjørt nógv fyri at rætta hesa misskiljing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum løgdu stóran dent á, at Føroyar ynskja samráðingar um sildabýtið, heldur enn konfrontatión. Men føroyski parturin má vera væl meira enn tey 5,6 prosentini av heildarkvotuni, ið sildaavtalan frá 1997 gevur í Føroyska partin. Ella, sum løgmaður tók til á tíðindafundinum:
- Bitin av lagkøkuni, ið vit fara í føðingardag til, er somikið lítil, at hann stendur ikki uppi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stuðlaði undir myndina um køkubitan, tó at myndin var ein onnur:
- Vit byggja okkara tilveru á tað, sum svimur í havinum. Og vit krevja eitt rættvíst býti í mun til biologiska veruleikan, sigur Jacob Vestergaard.
Tað blivu bara trý samráðingarumfør um býtið av norðhavssildini, áðrenn alt datt á gólvið og Føroyar seinni ásettu sær egna sildakvotukvotu, svarandi til 17 prosent av heildarkvotuni á 645.000 tons, ið ICES hevur ásett fyri 2013.
- Hetta er eitt sindur sum søgan um Dávid og Goliat, har stóra ES hóttir við at boykotta lítlu Føroyar, hóast at kalla eingin sild svimur í ES-sjógvi, sigur løgmaður.
Á tíðindafundinum í Tinganesi bleiv bíbilska myndin um Dávid og Goliat so við og við meira verðslig. Tí sambært landsstýrinum brúkar ES ein framferðarhátt, sum er í stríð við altjóða lóg:
- ES má virða altjóða spælireglur. Hetta eru kubanskir tilstandir og revolvarametodir, og tað finna vit okkum ikki í, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur.
Eisini her stuðlaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppundir:
- Tað er eitt sera álvarsamt mál, tá stórveldi ES hóttir lítla landið Føroyar. Vit trúgva, at ES umhugsar støðuna einaferð afturat, sigur Jacob Vestergaard og vísir til altjóða reglur.

Trumfurin
Tað er tó hvørki bíbilsk ella verðslig myndatala, ið fær ES at broyta støðu og sleppa hóttanini um tiltøk móti Føroyum. Sterkasti trumfurin hjá landsstýrinum eru ásetingar í havrættarsáttmálanum hjá ST, sum áseta reglurnar fyri, hvussu trætur skulu handfarast.??
Sambært havrættarsáttmálanum skulu trætumál roynast við seming, áðrenn boykott kann koma upp á tal.??Í svarinum til Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser hjá ES, vísir landsstýrið á, at at kalla ongar veruligar samráðingar hava verið um býtið av norðhavssildini, áðrenn ES fór at hótta við handilstiltøkum móti Føroyum.??Tí stríðir ætlanin hjá ES um at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum ímóti meginreglunum um at loysa ósemjur á friðarligan hátt.??
- Føroyar hava ikki, sum ES førir fram, tikið seg úr avtaluni um umsiting av norðhavssildini. Føroyar hava ei heldur nakra ætlan um at økja um samlaða veiðitrýstið á sildastovnin. Trætan er einans um býtið av tilmæltu, samlaðu kvotuni – og ikki um samlaðu heildarkvotuna, sigur landsstýrið í svarinum til Mariu Damanaki.
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni í Tinganesi, vísir á, at sambært sáttmálanum kann annar parturin í eini trætu krevja seming. Tað verður sum skilst gjørt, um tað ikki eydnast Føroyum at fáa hini londini aftur til samráðingarborðið.
Nú brævið er farið út Tinganesi, veit eingin, hvat næsta stigið verður. Ei heldur, um ella nær ES fer at seta í verk tiltøk móti Føroyum.
Stóri spurningurin er tí, um ein seming sambært havrættarsáttmálanum hjá ST, ið landsstýrið eftir øllum at døma fer at krevja, gerst tað neyðugt, fær nakran steðgandi virknað á møguligar sanktiónir.
- Hesin møguleikur í havrættarsáttmálanum er ongantíð royndur áður. So eg fái ikki svarað spurninginum, sigur Bjørn Kunoy.

Fundamentið
Á tíðindafundinum í Tinganesi legði løgmaður dent á týdningin av, at allir flokkar standa aftanfyri føroyska politikkin á hesum øki. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur havt landsstýrismannin í samráð, og sambært løgmanni og landsstýrismanninum er fullur, parlamentariskur stuðul aftanfyri politikkin. Ella, sum løgmaður orðaði seg:
- Eg havi varhugan av, at allir flokkar standa aftanfyri okkara politikk.