Fakfeløg stuðla Varðanum Pelagic

Tað eru tey trý fakfeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðsmannafelagið Fylking og Fiskepigernes Fagforening sum hava sett seg saman og orðað eina yvirlýsing.

Yvirlýsingin er soljóðandi:

YVIRLÝSING í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri

Vit skulu við hesum lýsa okkara fulla stuðul til tey, sum hava tikið stig til at skapa økt virksemi á Tvøroyri.

Fyri trivnaðin í Suðuroynni er tað umráðandi, at skaptir verða karmar fyri øktum vinnuligum virksemi, sum kann skapa arbeiði til so nógvar vinnuførar hendur sum til ber.

Vit viðurkenna tey atlit, sum eiga at verða tikin til fornminni okkara, men tað eigur at bera til at samskipa verndina av hesum fornminnum og tær verkætlanir, sum eru alneyðugar fyri aftur at skapa framburð í Suðuroynni, og nú frættist, at friðingarmyndugleikarnir ætla at friða stóran part av havnalagnum, so halda vit at hetta er eitt inntriv, sum fer at seta heilt óneyðugar forðingar fyri menningini av Suðuroynni.

Vit vilja heita á myndugleikar okkara at medvirka til, at ein loysn verður funnin á tí støðu, sum nú er íkomin, tí tað vil vera ein vanlukka fyri oynna og tey fólk, sum her búgva, um grundarlagið verður tikið undan tí virksemi, sum í fjør byrjaði á Tvøroyri.

7. mars 2013

Føroya Arbeiðarafelag Arbeiðsmannafelagið Fylking Fiskepigernes Fagforening