Inngjaldið til ALS eigur at verða hækkað.
Tað heldur ein av okkara fakfelagsleiðarum, Pætur Niclasen, formaður í S & K felagnum.
Hann heldur, at inngjaldið kundi kanska verðið hækkað eitt hálvt prosent. Hann vísir á, at samstundis er eitt loft sett á, so at tey, sum hava góðar lønir, rinda ikki í ALS av tí partinumn av lønini, sum er yvir 650.000 krónur.
- Tað loftið eigur eisini at verða tikið av, so at øll rinda í ALS av allari lønini, heldur Pætur Niclasen.
Samstundis skal gjaldið hjá arbeiðsgevarunum haækka samsvarandi.
Formaðurin í S & K Felagnum vísir á, at samgongan hevur lovað at lækka skattin hjá fólki við lág- og miðalinntøkum.
- Ein partur av hesum skattalættanum eigur ístaðin at verða rindaður í Arbeiðsloysisskipanina, tí so merkja fólk ikki, at gjaldið hækkar, heldur hann.
Pætur Niclasen heldur, at tað er sjálvsagt, at góðar tíðir, sum hesar, verða brúktar til at fylla kassan hjá ALS, so at hann hevur nakað at standa ímóti við.
- Hóast tíðirnar eru góðar nú, vita vit við vissu tíðirnar fara at versna aftur, og arbeiðsloysið fer at hækka, og tað ræður um hjáskipanini at verða væl bjálvað til at standa ímóti einum bakkasti.
Trýst HER og les, hví Pætur Niclasen heldur, at stýrið fyri ALS ikki røkir sínar skyldur
Hann heldur, at tað er ov galið, at ALS bara hevur eitt lítið avlop í metgóðum tíðum, sum hesum. Hann sigur, at tað er honum ein gáta, at inngjaldið varð lækkað í síni tíð.
- ALS kundi haft eina eginogn ið var nóg stór til at , at skipanin kann virkað í minst trý ár við einum arbeiðsloysi upp á 7 – 8 prosent, sigur Pætur Niclasen.
Imen sum støðan er nú, er gjalið í skipanina ov lítið til, at ALS kann upparbeiða sær eina munandi eginogn, ið kann brúkast til tá arbeiðsloysið aftur fer at veksa, heldur fakfelagsleiðarin.