Fakta: Fá yvirlit yvir bjargingarroyndina í Thailandi

Heimurin fylgir við, meðan myndugleikar royna at bjarga 12 dreingjum og venjara teirra í Thailandi. Regni økir um vandan í dag

Vandin fyri regni setir trýst á bjargingarliðið í Thailandi. Seinastu tvær vikurnar hava 12 dreingir og venjari teirra verið innisperraðir djúpt inni í einari hellu í norður Thailandi. Síðani dreingirnir vórðu meldaðir sum saknaðir, hevur tað verið ein kapprenning móti tíðini - fyrst bert við at finna teir í helluni, og síðani við at fáa teir úr helluni. Vandin fyri regni og vantandi ilt í helluni ger, at tíðin rennir undan. Her er yvirlit yvir hendingina. 

 

 

Leygardagin 23. juni: 

Teir 11-16 ára gomlu dreingirnir fóru við teirra venjara inn í hellur í norður Thailandi. Hetta var eftir venjing, meðan tað regnaði. Sama kvøld vórðu teir meldaði sum saknaðir. Lokalir myndugleikar finna súkklur teirra, sum eru settar við eitt stik nærhendis inngongdina til hellurnar, har skógvar og fótbóltsskógvar eisini liggja

 

 

Sunnudagin 24. juni: 

Hond- og fótamerki vórðu funnin í hellunum. Løgreglan heldur, at teir eru farnir longur inn í hellurnar orsaka av vaksandi vatnstøðuni. Familjulimir savnast uttanfyri hellurnar. 

 

 

Mánadagin 25. juni: 

Kavarar frá thailendsku løgregluni fara at leita eftir deingjunum. Tað verður hildið, at teir eru í tí hægstliggjandi luftlummanum inni í hellunum, sum verður rópt Pattaya Beach. 

 

 

Týsdagin 26. juni: 

Kavarar sleppa fleiri kilometrar inn í hellrnar, men mugu venda við aftur, tá ið vatnstreymurin forðar teimum í at koma víðari. 

 

 

Mikudagin 27. juni: 

Amerikanskar og bretskar serdeildir leggjast aftrat bjargingarliðnum. 

 

 

Hósdagin 28. juni: 

Bjargingarroyndin má setast á pausu orsaka av sterkum streymi og vatnføri. 

 

 

Fríggjadagin 29. juni: 

Vantpumpur verða førdar til økið til tess at taka burtur mórðuta vatnið. Dronur flúgva kring økið fyri at finna fram til alternativar inngongdir til hellurnar. 

 

 

Leygardagin 30. juni: 

Betri veður ger, at kavarar sleppa longur inn í hellurnar. 

 

 

Sunnudagin 1. juli: 

Ein basa verður gjørd inni í hellunum, har haldarar við ilti og onnur útgerð verður førd til staðið. Hetta gevur kavarum møguleika at vera longur inni í hellunum.

 

 

Mánadagin 2. juli: 

Dreingjaliðið og venjari teirra verða funnir á lívi inni í hellunum seint mánakvøldið. Teir eru 400 metrar frá Pattaya Beach. Nú verður øll orka sett til at fáa teir út. 

 

 

Týsdagin 3. juli: 

Matur og heilivágur verður sendur til dreingirnar, sum verða fyrireikaðir upp á, at teir helst skulu vera í hellunum eina góða løtu aftrat. 

 

 

Mikudagin 4. juli: 

Kavarar undirvísa dreingjunum í, hvussu teir skulu nýta kavaramaskur. Vatn verður pumpað úr hellunum, tí tað verður væntað, at tað fer at regna av grimd komandi dagarnar. 

 

 

Hósdagin 5. juli: 

Støðan er álvarsom orsaka av vánaligu veðurforsøgunum, og bjargingarfólkini tosa um at gera eina torføra bjargingarroynd. Samstundis verður leitað av øllum alvi eftir inngongdum í fjallasíðuni. 

 

 

Fríggjadagin 6. juli: 

Ein kavari, sum hevur roynt at fáa ilt og annað til dreingirnar, doyr til arbeiðis. Spurnartekin verður sett við trygdina. Leiðarin av serdeildini í Thailandi sigur, at iltstøðið er fallandi. Hann ávarar um, at tíðin sum eftir er at fáa dreingirnar út í heilum líki, er avmarkað og at tað ikki ber til at bíða inn til monsunin er farin. 

 

 

Leygardagin 7. juli: 

Tað er framvegis ikki trygt at lata dreingirnar royna seg við at kava úr hellunum, siga keldur hjá Ritzau í Thailandi. Venjarin skrivar í brævi til foreldrini, at hann er harmur um at hava sett lívið hjá dreingjunum í vanda. Leiðarin av bjargingarætlanini sigur, at yvir 100 holur eru boraðar í fjallasíðuna í royndini at sleppa inn til dreingirnar. 

 

 

/ritzau/