Fakta um Judo í Føroyum:

Fyrsta føroyska judofelagið verður sett á stovn i Havn í 1971.
Tvey ár seinni verður annað judofelagið stovnað. Hesaferð eru tað klaksvíkingar, sum fara í gongd við judo.

Í 1981 verða tvey nýggj judofeløg sett á stovn, nevnliga Sunda Judofelag og Vága Judofelag. Í samband við, at tað nú eru fleiri enn trý judofeløg í landinum, ber til at seta eitt sersamband á stovn undir Ítróttasamband Føroya. Ein mánað eftir at Sunda Judofelag er stovnað, verður Judosamband Føroya sett á stovn.
 
Í árunum eftir at Judosambandið er sett á stovn, verða tvey nýggj feløg stovnað: Kollafjarðar Judofelag og Vágs Judofelag.
 
Hesi nýggju feløgini høvdu tó ikki langa livitíð, og nøkur ár seinni vóru aftur bert trý feløg í landinum, eftir at Vága Judofelag, Kollafjarðar Judofelag og Vágs Judefelag máttu gevast við sínum virksemi.
 
Hóast Judosambandið vísti sín áhuga, so eydnaðist ikki at fáa judo við á fyrstu Oyggjaleikirnar á Isle of Man og Guernsey, men á leikunum í Føroyum í 1989 eydnaðist tað.
 
Judo gjørdist ein fastur partur av Oyggjaleikunum fram til leikirnar í 1995, og Føroyar fingu frálík úrslt við fleiri medaljum. Hæddarpunktið kom, tá Føroyar á leikunum í 1995 vunnu gull í liðkappingini.
 
Síðani 1995 hevur judo ikki verið partur av Oyggjaleikunum, og í tíðini eftir 1995 er Klaksvíkar Judofelag eisini givið við sínum virksemi.
 
12 ár skuldu ganga, áðrenn judo aftur bleiv tikið við í oyggjaleikaskránna. Næsta summar er judo á skránni á Rhodos, og hetta verður vónandi árið, tá judo aftur skal fáa lív lagað í Føroyum. Judo er harafturat sett á skránna til leikirnar á Álandi í 2009. Í 2011 verða leikirnar á Isle og Wight, og her var judo partur av leikunum í 1993, seinast leikirnir vóru á Isle of Wight.
 
Í hesum sambandi vónar Judosambandið, at judoítróttin fer at fáa fleiri luttakarar í Føroyum, og at onkur av givnu judofeløgunum fer at fáa gongd á sítt virksemi aftur.