Fakta um: Mai

Nátaskipið úr Vági

Bygdur: á Thurø Værft í Danmark

Byggiár: 1947

Nøvn: Selberg og Mai

Stødd: 97,78 BRT

Mát: L: 24,95 m, B: 6,62, D: 2,76

Motorur: Grenaa Diesel 5s, 4t, 368kW/500HK

Heimstaðir:Bygdur til Sørvágs í 1947 og kallaðist Selberg. Karl Gaardlykke keypti bátin frá sørvingum í 1962 til Saltangará og gav honum navnið Mai. Petur Anker Gaardlykke keypti bátin til Vágs í 1982.

Seldur til Miðvágs í sambandi við keypi av West Freezer. Í 1999 keyptur aftur til Vágs, við ongum fiskiloyvi, og skal nú royna eftir vetrarnáta.


Mai hevur frá byrjan eina serliga søgu, av tí, at skipið er bygt úr serliga stórum tilfarið, sum upprunaliga er ætlað at gera eina skonnart burturúr. Petur Anker Gaardlykke greiðir frá.


»Tá sørvingar lótu skipið byggja á Thurø skuldi ein skonnart smíðast áðrenn. Men eigararnir fóru á heysin áðrenn teir byrjaðu upp á hana, og nú lá skipasmiðjan inni við tilfarinum. Og hóast Mai ikki er nøkur skonnart er hon gjørt úr serliga stórum tilfari.

Harumframt er so tætt ímillum bondini í henni, at tað næstan eru tey beru bond.

Einaferð meðan eg var á veg inn á Runavík við fullari ferð, fór umstýringin, tá eg fara at bakka. Báturin sigldi snórabeint á bryggjuna við fullari ferð. Einasti skaði var, at stevnið fór. Var talan um eitt vanligt skip, so fór tað beint til botns. Eingin ivi um tað.

Skaðin skuldi sjálvandi umvælast, men tað bar næstan ikki til at fáa tilfar til skipið. Á Thurø var einki tilfar, og aðrastaðni her um leiðir var heldur einki. Orsøkin var, at tað var so stórt og ógvusligt, at einki eikitræ av slíkari stødd fanst her um vegir. Til síðst eydnaðist at finna eitt - í Suðuramerika. Tað vigaði trý tons. Men kortini tók tað bert tríggjar vikur til tað lá á bryggjuni í Vági, og so kundi skaðin umvælast.«