Fakta um Prix Føroyar 2005

Upplýsingar um tey innleiðandi umførini, vinningar, ferðasamband og annað

Prixið er í ár skipað við fýra innleiðandi kappingum, har tveir bólkar koma víðari til eina hálvfinalu. Frá hálvfinaluni verða tríggir bólkar valdir til finaluna í Prixnum, sum verður partur av nýggja tiltakinum, Atlantic Music Event. Øll tey innleiðandi umførini verða í Fuglafirði, hálvfinalan verður á Tvøroyri og finalan í Norðurlandahúsinum í Havn.

1. umfar, 4. feb. kl. 20.00
Go Go Blues
Paradox
Dimmi
SIC
DejaVu
Lama Sea

2. umfar, 12. februar
Ph 5,5.
Side Effect
All that Rain
Makrel
Róp
MMM

3. umfar, 26. februar
Eyðun Nolsøe
Lawetz
ROK
Direct Level
Frostbit
The Dreams

4. umfar, 5. mars
Braquet
Kristleif Zachariasen
Synarchy
EGR2PLZ
Terji Rasmussen Band
onkikanndiskuterast.altkann

Hálvfinala, 2. apríl
Í hálvfinaluni verða tveir teir bestu bólkarnir frá hvørjum innleiðandi umfari. Burtur úr teimum átta bólkunum, skulu tríggir teir bestu veljast til finaluna.

Finala, 23. apríl
Finalan í Prixnum verður partur av galla-tiltakinum, sum verður kallað Atlantic Music Event. Tríggir bólkar kappast um endaliga sigurin í Prixnum. Umframt finaluna verða aðrar tónleikaframførslur eisini.

Nýggir sangir
Í øllum teimum innleiðandi umførunum verður spælitíðin í mesta lagi 20 minuttir og í minsta lagi 15 minuttir. Tveir triðingar av spælitíðini skulu bólkarnir spæla sangir, sum ikki eru givnir út áður.

Ferðsamband
Bussar koyra í sambandi við øll tey innleiðandi umførini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bussar koyra úr Vestmanna, Sundalagnum, Eiði, Toftum, Strondum og úr Havn. Harafturat siglir strandfaraskipið Sam úr Fuglafirði til Klaksvíkar eftir tær innleiðandi kappingarnar, um nóg stórur áhugi er fyri hesum Serlig atgongumerki til Prixið og ferðaseðil til Sam fáast á Kunningarstovuni í Klaksvík.
Á heimasíðuni hjá Prix Føroyum - www.prix.fo - eru fleiri upplýsingar um ferðasambandið.

Nógvir vinningar
? Høvuðsvinningurin til Prix Føroyar 2005 er ein vika í danska Lundgaard Studios. Mentamálaráðið og Atlantic Airways lata vinningin.
? Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006.
? Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event.
? NIBE-Festival saman við Atlantic Airways - juni 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event.
? Ólavsøkukonsertin 2005 - Vinnarin og ein bólkur frá hálvfinaluni í Suðuroynni verða tveir av bólkunum á Ólavsøkukonsertini.
? G-Festivalurin - velur fyrst ein bólk frá hálvfinaluni í Suðuroy og minst ein Prix-bólk frá Atlantic Music Event.
? Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóðar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005.
? Summarfestivalurin 2005 - velur ein bólk frá hálvfinaluni í Suðuroy og minst ein bólk frá Atlantic Music Event.
? Nipiaa Rockfestival í Aasiaat í Grønlandi - august 2005 - bjóðar í minsta lagi einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á rockfestivalinum 2005.
? AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møguleiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Airwaves 2005.
? »Peace & Love Festivalurin« í Svøríki bjóðar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í Svøríki summarið í 2005.