Leygardagin letur framsýningin FALL við verkum eftir Jóhan Martin Christiansen upp í Víngarðinum. Talan er um eina framsýning við gipsrelieffum í ymiskum litum. Gips er eitt høvuðstilfar hjá Jóhan Martini Christiansen, sum hann hevur arbeitt við í nógv ár. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral. Tilfarið er burðardygt og hevur eina ógvuliga drúgva, fjølbroytta og áhugaverda nýtslusøgu, ið millum annað fevnir um avstoypingar av fornaldarstandmyndum.
Verkini á framsýningini FALL eru framhald av verkum, sum listamaðurin hevur gjørt áður, men við størri denti á litir. Hetta gevur størri margfeldi, ekspressivitet, eins og nøkur verk bera brá av málningalist. Heitið FALL kann sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Um vit líta okkum í kring, kann FALL eisini vísa til enska heitið fyri árstíðina, sum vit hava beint nú, eins og tað kann vera málfrøðiligt og snúgva seg um samskifti ella málfrøðiligt fall.
Hett skrivar Kinna Polulsen millum annað á listaportal.com, og har kann greinin lesast í fullari longd.