Hóskvøldið fóru sirenurnar at ýla á Brandstøðini í Havn.
Eldávaringin hjá Føroya Keypsamtøku í Hoyvík var farin í gongd, og so var bara at koma niðan í ein fart.
Men tá sløkkiliðsbilarnir komu á staðið vísti tað seg at verða falskur alarmur, tíbetur.
Orsøkin til falska alarmin var, at menn vóru í holt við at reingerða slaktaríið við heitum vatni.
Dampurin frá heita vatninum settist á hitafølaran í rúminum og tá hann er stillaður sum hann er, so fór ávaringarskipanin í gongd hóast eingin eldur var.
Men um ikki annað, so fingu sløkkiliðsmenninir ein biltúr burturúr, um teir enn ikki ynsktu tað .....