Portal.fo skrivaði í gjár, at brandalarmurin á Sornfelli var farin frá. Sambært Portalinum sendi sløkkiliðið beinanvegin fólk á staðið.
Við in.fo sigur sløkkiliðið í morgun, at har var einki at finna. Teir brúktu nakað av tí at ganga gjøgnum støðina, sum fevnir um eitt stórt øki, men eingin eldur var at síggja nakrastaðni.
Søgur gingu um, at fleiri falskir alarmar vóru í býnum í gjár, orsaka av at toran hevði sligið niður. Vakthavandi á brandstøðini sigur, at so er kortini ikki.
- Vit vóru ikki úti til fleiri falskar alarmar í gjár, segði vakthavandi á løgreglustøðini.