Familjutrivnaður

Eg havi valt at lata meg uppstilla fyri Javnaðarflokkin, tí hesin flokkur er tann einasti, ið arbeiðir fyri, at trivnaður skal vera í hesum landi. Hvussu fáa vit ein góðan trivnaðarpolitikk?

Fyri at røkka hesum mugu vit laga umstøðurnar soleiðis, at barnafamiljurnar fáa betri møguleikar at virka undir. Her hugsi eg um, tá barnið av fyrstan tíð kemur í henda heim, at tað fær so góða byrjan sum gjørligt. Javnaðarflokkurin hevur í síni stevnuskrá, at barnsburðarfarloyvið skal leingjast, soleiðis at møguleiki er fyri at foreldrini kunnu vera heima hjá barninum tað fyrsta árið. At heilsusysturin ikki bert vitjar familjurnar tað fyrsta árið, men fylgir familjuni til barnið kemur í skúlan. Eftir at barnið er komið í skúla, kemur tað til lækna og sjúkrasystir eina ferð um árið, til níggjundi flokkur er liðugur. Eg haldi, at hetta er av stórum týdningi, um møguligir trupulleikar skuldu tikið seg upp.

Nú eitt kvøldið fyri 14 døgum síðani sóu vit í sjónvarpinum, at tvey foreldur kærdu sína neyð, tí einki pláss var fyri teirra barni her á landi. Hetta hoyrir ikki okkara samtíð til, vit kunnu ikki bólka menniskju, soleiðis at vit bert hava brúk fyri tær og ikki tær. Her hugsi eg eisini um, at tær familjur, ið eru komnar í hesa støðu, hava ongan góðan at heita á. Tað er ikki nokk, at borðreiða við pengum til hjálpitól og annað. Hesi hava brúk fyri, at skipað viðurskifti eru til tess at fáa onkran at avloysa eina tíð. Tað er ikki ov nógv kravt, at tað vóru tvinnir møguleikar til at betra um. Her hugsi eg um umlættingarheim tillagað børnum og/ella heim til familjur, ið hava umstøður at vera um hesi børn.

Vit síggja ferð eftir ferð, at prioriterað verður, men ongantíð havi eg hoyrt eitt tað einasta orð um, at eitt gott samfelag krevur ein góðan trivnaðar/familjupolitikk, og haldi eg tað vera heilt ótrúligt, at okk-ara politikarar ikki hava fingið eyga á ta sparing, sum kemst burtur úr málrættaðari fyribyrging, við at bøta um teir trupulleikar, sum oftast ikki síggjast fyrr enn ov seint er.

Best hevði verið, um allar familjur kundu havt javnbjóðis rætt til at virka her á landi.

At Javnaðarflokkurin, sum altíð hevur havt og hevur sum høvuðsendamál at hjálpa og stuðla har tað er neyðugt, at vit leggja alla orku í at styrkja um barnafamiljurnar, so vit av røttum kunnu siga, at Føroyar eru eitt gott og trygt land hjá einum barni at vaksa upp í. Tað er eingin annar enn Javnaðarflokkurin, sum hugsar um hesi viðurskifti.

Hetta, sum eg havi sagt tykkum, kann ikki fremjast, um vit lata Tjóðveldisflokkin taka eina ultimativa loysing her og nú, men eg má so eisini geva tjóðveldismonnum rætt í tí, at vit mugu hava meiri sjálvræði og ikki lata okkum taka av fótum einaferð enn, tí sum eg havi skilt ríkisrættarligu støðuna, so kunnu danir avtaka núverandi heimastýrislóg við vanligum meiriluta í Fólkatinginum og við einum Nyrup og Mimi Stilling Jacobsen í donsku stjórnini, kunnu vit vera um ein háls, áðrenn vit vita av.

Vit hava livað undir heimastýrislógini síðan 1948 og útfylt karmarnar so við og við. Vit hava ment hetta samfelag munandi og eisini fingið meiri og meiri avgerðarrætt, sum tað so seinni vísti seg var á einum ótryggum støði.

Javnaðarflokkurin vil tí arbeiða fyri at gera eina nýggja lóg í staðin fyri heimastýrislógina, har viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða klárt definerað av nýggjum, út frá tí samfelag vit hava í dag og út frá teimum viðurskiftum, sum eru galdandi í dag.

Javnaðarflokkurin vil fremja hesa broytingar og samstundis varðveita ríkisfelagsskapin, tí vit meta tað vera eina styrki og ein tryggleika at standa saman i einum størri felagsskapi. Her meta vit, at ein felagsskapur við Danmark ? hóast brotasjógvar hesi seinastu árini ? avgjørt hevur verið og fer at verða ein fyrimunur fyri føroyingar.

Farið fjølment á val tann 30. apríl og veljið tann einasta rætta flokkin, veljið Javnaðarflokkin.

Gott val.


Bjørghild Djurhuus,

valevni Javnaðar-

floksins í Suðurstreymi