Fann 37 kilo av rúsevni

Danska løgreglan hevur funnið 37 kilo av rúsevninum amfetamin á einum bóndagarði millum Randers og Hadsten í Jyllandi, og í tí sambandi hevur løgreglan tikið ein 31 ára gamlan mann, sum er limur í felagsskapinum Hells Angels. Ein 28 ára gomul kvinna er eisini tikin.

Løgreglan í Eysturjyllandi sigur, at hon hevur ongantíð lagt hald á so nógv rúsevni fyrr.

Løgreglan kom fram á rúsevnið í gjár. Síðani hava løgreglumenn rannsakað fleiri støð í Randers og felagshúsið, sum Hells Angels hevur í býnum. Men sambært Ritzau hevur løgreglan ikki funnið meiri rúsevni, og eingin er handtikin afturat.