Fann ókent ævintýr hjá H. C. Andersen

Eitt higartil ókent ævintýr hjá H. C. Andersen er komið undan kavi. Politiken skrivar í dag, at ein søgugranskari á Fyn kom fram á tað í einum skjalakassa á Fyn-savninum í Odense.

Ævintýrið eitur "Tællelyset", og H. C. Andersen-serfrøðingurin Ejnar Stig Askgaard, sum starvast á Odense-søvnunum, er ovurfegin:

-Hetta er ein stórhending. Eitt er, at hetta helst er tað fyrsta ævintýrið hjá H. C. Andersen, og harafturat vísir hetta, at hann fekst við at skriva ævintýr longu sum ungur, sigur hann við Politiken.

Ejnar Stig Askgaard er ikki í iva um, at tað er H. C. Andersen, sum hevur skrivað ævintýrið. Tveir aðrir H. C. Andersen-serfrøðingar, Bruno Svindborg og Johan de Mylius, siga, at tað er eftir øllum at døma tann kendi høvundurin, sum eigur orðini.

Serfrøðingarnir eru á einum máli um, at skaldsliga kann "Tællelyset" ikki sammetast við tey kendu ævintýrini hjá H. C. Andersen.