Fann sær ein sjómann

- Eg havi altíð sagt, at eg aldrin skal hava ein sjómann, tí teir eru burtur so stóran part av árinum. Men tað endaði so við, at eg fekk mær ein sjómann kortini, sigur Paulina Dam úr Klaksvík, sum leygardagin giftist við Hjalta Lamhauge úr Hoyvík.

Fyri trimum og einum hálvum ári síðan blivu Paulina og Hjalti par. Men tey hava kent hvørt annað, síðan tey vóru heilt lítil.


Hansara systkinabarn var hennara vinkona

- Eg havi eitt systkinabarn í Klaksvík, sum eg ofta vitjaði sum barn. Tað vísti seg, at Paulina og hon gingu í flokki saman og vóru sera góðar vinkonur, sigur Hjalti.

- Tá Hjalti so var og vitjaði har norðri, sá eg hann ofta. Vit komu ikki at kennast meiri enn tað sama, enn at Hjalti var systkinabarn hjá míni vinkonu, sigur Paulina, sum tilsamans hevur vitað um Hjalta í eini 25 ár.

Tá Paulina og Hjalti gjørdust nakað eldri, krossaðust teirra leiðir aftur – hesa ferð bara í Havn.

-Eg havi ikki nakað serligt av familju í Havn. Tá ólavsøkan var tað eina árið, endaði tað við, at vinkonan og eg svóvu hjá Hjalta og teimum. Tað hendi einki annað enn, at vit komu at kennast eitt sindur betur, sigur Paulina.


Svav heima hjá Paulinu

Í 2001 fluttu bæði Paulina og Hjalti niður – men hvør í sínum lagi.

- Uttan tær fáu ferðirnar vit høvdu møtst gjøgnum systkinabarn mítt, høvdu vit onki samband, og eg flutti so fyri 11 árum síðan niður til Svendborg at lesa til dualofficer hjá Maersk. Tað er ein útbúgving, ið samantvinnir skipsførara og maskinmeistara, sigur Hjalti, sum í dag arbeiðir sum maskinmeistari hjá Maersk.

- Sama summar flutti eg eisini niður. Men eg endaði í Keypmannahavn, har eg fór at lesa økonomi og roknskap, sigur Paulina, sum í dag arbeiðir á fíggjardeildina hjá Eik í Havn.

Tað skuldi ganga tvey ár, áðrenn Paulina og Hjalti aftur veruliga møttust.

- Ein vinmaður og eg planløgdu at fara ein vikuskiftistúr til Keypmannahavnar at hyggja eftir FCK og Brøndby. Trupulleikin vara bara, at vit høvdu einki stað at búgva í Keypmannahavn. Tá gjørdi eg ikki mætari, enn at eg ringdi til Paulinu og spurdi, um vit kundu sova hjá henni, letur flennandi úr Hjalta.

- Eg helt tað kanska vera eitt sindur løgið, at hann ringdi, tí eg kendi hann ikki so væl. Men eg helt tað atlíkavæl vera nokk so stuttligt, og vóru teir sjálvandi vælkomnir. Tað hendi tó einki millum okkara, sigur Paulina, sum tá búði einsamøll í eini íbúð úti á Nørrebro.


- Kann eg síggja íbúðina?

Paulina og Hjalti fluttu so heim aftur til Føroya, hann í 2003 og hon í 2007. Ikki fyrr enn summarið 2008 byrjaði tað at henda nakað teirra millum.

- Ovastevna var, og eg hevði ongantíð verið til hana. Ein vinkona og eg avgjørdu tí at fara ein túr. Har vóru øgiliga nógv fólk, og við eitt borð sóu vit Hjalta og fleiri vinfólk hjá honum.

- Paulina spurdi so, um tær kundu sita hjá okkum, og tað kundu tær sjálvandi. Vit sótu har eina góða løtu, og prátið gekk ordiliga væl. Eg má siga, sum er, at tá var eg follin fyri Paulinu og vildi eg gjarna sleppa at síggja hana aftur. Tí spurdi eg hana, um eg kanska kundi sleppa at síggja íbúðina hjá henni onkran dagin, sigur Hjalti flennandi.

- Tá kitlaði tað nokk so illa í búkinum, tí eg vildi eisini síggja Hjalta aftur, sigur Paulina smílandi.


Noyddi seg at drekka te

Eftir vikuskiftið úti í Nólsoy skrivaðu tey bæði nokk so nógv millum sín.

- Í umleið eina viku skrivaðu vit aftur og fram, áðrenn Hjalti fylgdi upp uppá spurningin á ovastevnu, og spurdi hann meg aftur, um hann kundi sleppa at síggja íbúðina. Tað sýtti eg honum sjálvsagt ikki.

- Eg var øgiliga nervøsur áðrenn. Eg hevði jú fingið kenslur fyri henni tá. Komin inn í íbúðina spurdi Paulina meg, um eg vildi hava kaffi ella te at drekka. Mær dámar hvørki, men eg vildi vera fólkaligur og gera eitt gott inntrykk, at eg bað um te, sigur Hjalti.

- Eg legði merki til, at teposin hjá honum bleiv við at liggja í koppinum, at tað til síðst var so sterkt, at tað ikki var drekkandi. Tað stuttligasta við tí heila er, at mær dámar heldur ikki hvørki kaffi ella te, sigur Paulina flennandi.


Tungt at fara til skips

Aftaná vitjanina gekk enn ein vika, áðrenn Paulina og Hjalti vórðu skild frá hvørjum øðrum. Hjalti skuldi nevniliga út at sigla.

- Tað var heilt øgiliga tungt. Serliga tí at hetta skuldi vera ein langur túrur upp á tríggjar mánaðir. Men vit hildu fram við at skriva. Men í staðin fyri sms’ir mátti tað nú vera teldupostar.

- Vit skrivaðu umleið triðja hvønn dag. Fyri tað mesta skrivaðu vit um vanlig dagligdagsviðurskifti, men vit skrivaðu eisini eitt sindur kerligt. Tað vil siga slíkt sum ’eg sakni teg’ og ’eg gleði meg at síggja teg aftur’, sigur Paulina.

- Skiparin tendraði fyri internetinum einar fýra ferðir um dagin, og tá gleddi eg meg at finna útav, um Paulina hevði skrivað. Tá hon hevði, var tað hæddarpunktið á degnum, men tað var eisini eitt skuffilsi, tá ongin teldupostur var komin, sigur Hjalti.


Flyta saman í hús

Í áleið eitt ár, frá summar 2008 til summar 2009, tók tað Paulinu og Hjalta at blíva veruligt par.

- Tað var ein ógvuliga glíðandi yvirgangur. Alt førkaðist bara øgiliga natúrliga móti einum føstum parlagi, sigur Hjalti.

- Eitt, sum gjørdi alt øgiliga tungt, var, at Hjalti sigldi úti. Tað føldist sum um, at vit skuldu byrja av nýggjum, hvørja ferð Hjalti kom heim, sigur Paulina og skoytir skemtandi uppí: - Eg havi altíð sagt, at eg aldrin skal hava ein sjómann, men tað fekk eg so kortini.

Hjalti hevði nøkur ár áðrenn keypt hús í Kollafirði. Tey avgjørdu í 2010 at flyta saman í húsini.

- Hatta var ikki akkurát tað, sum eg hevði droymt um, men eg vildi gjarna geva tí ein kjans. Tað var heilt okay, men vit funnu skjótt útav, at vit skuldu flyta til Havnar aftur, sigur hon, og byggja tey í dag hús í Stoffalág í Havn, og verða húsini væntandi liðug í 2013.

Í 2011 fingu tey sítt fyrsta barn.

- Petur, okkara deiligi og fantastiski sonur, kom til verðina í fjørsummar. Tað var heilt óbeskriviliga ótrúligt, og dugi eg ikki at seta orð á, hvussu nógv hann upplívgar okkara tilveru og dagligdag, heldur Hjalti fyri.


Fríggjaríið kiksaði

Aftaná at Petur var føddur, føldi Hjalti tað sum eitt natúrligt næsta stig, at tey eisini skuldu lata seg gifta.

- Eg gekk og hugsaði um tað einar tríggjar mánaðir. Tá eg so var í Danmark eitt ørindi, fór eg inn í ein smykkuhandil og keypti ein ring, sigur Hjalti.

- Men tað kiksaði eitt sindur, tá Hjalti skuldi fríggja. Hann hevði keypt eina eskju við blandaðum bommum og lagt ringin niðast. Men tá hann tekur bommeskjuna fram, sigi eg, at eg var so mett, at eg ikki orkaði eitt tað einasta bommið, sigur hon.

Hjalti mátti tí taka tað harfrá.

- Hjalti tók so eskjuna og gav mær ringin. Fyrst fangaði eg tað ikki, at hann fríggjaði, men tá tað so rann upp fyri mær, varð eg ordiliga glað og leyp yvir, klemmaði og mussaði hann.

- At síggja hana so gleða, gjørdi meg eisini øgiliga rørdan, sigur Hjalti.


Forelskaður av nýggjum

Paulina og Hjalti skulu geva hvørjum øðrum sítt ja í Christianskirkjuni í morgin.

- Eg gleði meg øgiliga nógv at síggja Paulinu í brúðarkjóla, tí eg vænti, at hon verður ein heilt einanstandi vøkur brúður, sum hon fer at koma gangandi fram eftir gólvinum.

- Tað fer at vera ringt at halda tárunum aftur, tí tá fer tað heila at veruliga ganga upp fyri mær, hvussu stórt hetta er.

Fyri Paulinu og Hjalta eru tað meira enn tær juridisku orsøkirnar at giftast.

- Sjálvsagt hava rættindini sín part at siga. Men vit halda eisini, at tað er týdningarmikið at uppliva sermerktar løtur, sum man kann minnast afturá.

- Ja, tað er nakað serligt við at ganga inn í hjúnarlag. At blíva gift verður nokk eisini sum at verða forelskað av nýggjum, sigur Paulina at enda, og tekur Hjalti játtandi undir við síni komandi konu.