Mikudagin var reisigildi í nýggja sambýlinum undir Kráarbrekku, sum er reist og er farið at taka skap.
Millum gestirnar í stóru húsunum hendan dagin var 93 ára gamla Fanny Petersen, sum fyri meira enn 50 árum síðani fór undir at savna pengar til ellisheim í Klaksvík.
Hon og aðrar kvinnur í Húsmøðrafelagnum skipaðu fyri ymiskum tiltøkum, og nógvir pengar komu inn. Hesir pengar eru síðani vorðnir ein partur av verkætlanini undir Kráarbrekku, har bæði sambýli og eldraíbúðir verða gjørdar.
Eini 50 fólk ? arbeiðsfólk, politikarar, fakfólk og onnur ? vóru savnað, tá lítið hátíðarhald var í sambýlinum mikudagin, og tá Fanny Petersen tók orðið lurtaði hvørt oyrað.
Haldið fram
Fanny greiddi frá, hvussu tað var komið í lag, at tær fóru at savna pengar, og hvussu tiltøkini eydnaðist. Hon segði seg verða sera fegna um, at sambýli og eldraíbúðir nú verða bygdar undir Kráarbrekku.
? Eg kundi verið omma tykkum øll, men eg vil bara siga við tykkum, at tit skulu halda fram við hesum arbeiðnum. Eg fegnist í míni sál um, at nakað gott kemur burtur úr tí, sum vit hava stríðst fyri, segði hon.
? Tíðirnar eru ikki longur tær somu, sum tær plagdu at verða. Tað kann als ikki samanlíknast. Fyrr tóku børnini sær av teimum teimum eldru, men soleiðis er ikki longur. Tí er brúk fyri slíkum heimum og íbúðum, og tað er gott, at hetta nú verður veruleiki, segði Fanny Petersen.
Sambýlið undir Kráarbrekku skal standa liðugt til komandi summar, um alt gongur sum æltað. Harafturat skulu 24 eldraíbúðir eisini byggjast, og tær skulu vónandi verða liðugtbygdar áðrenn árslok næsta ár. Stórur áhugi er fyri hesum eldraíbúðum, sum er nýskapandi á eldraøkinum.
Tað er ein sjálvsognarstovnur, sum stendur fyri byggingini av sambýlinum og eldraíbúðunum undir Kráarbrekku.