Ísrael byrjaði at koppseta við Pfizer-koppingarevninum longu hin 19. desember í fjør, og soleiðis er Ísrael tað land í heiminum, sum higartil hevur koppsett lutfalsliga flest fólk.
Ein neyv kanning av stívliga 1,1 miljónum fólkum, sum øll hava fingið seinnu koppsetingina, vísir, at 798 fólk kortini gjørdust fongd við covid-19. Av hesum gjørdust 24 fólk álvarsliga sjúk, og trý eru deyð.
Tað vísa tøl hjá ísraelsku heilsumyndugleikunum, sum VG í Noregi hevur fingið innlit í.
- Hetta eru týdningarmikil tøl, sum lýsa veruleikan við koppingarevninum. Tølini siga, at koppingarevnið tálmar álvarsligari sjúku, og koppingarevnið tálmar smittuspjaðing.
Ísraelski serfrøðingurin í smittu og professarin, Eyal Leshem, sum starvast á størsta sjúkrahúsi í Ísrael, Sheba Medical Centre, sigur við VG, at kanningarúrslitini eru góð tíðindi fyri Ísrael og fyri allan heimin.
Tað tekur ein mánaða frá fyrsta priki til fulla verju, og soleiðis høvdu tey, sum eru við í ísraelsku royndunum, fulla verju hin 16. januar í ár. Tað eru tískil hesi fólk, sum eru við í umrøddu kanning.
Av teimum, sum høvdu fingið báðar koppsetingarnar, vóru 743.000 fólk 60 ár og eldri. 531 fingu covid-19, og hetta svarar til 0,071 prosent. Trý av hesum doyðu, og 21 fingu álvarsliga sjúku.
387.000 vóru 60 ár og yngri. Av hesum fingu 258 fólk covid-19, og hetta svarar til 0,067 prosent. Eingin doyði, men trý gjørdust álvarsliga sjúk.
- Eg haldi, at tað eru sera góð tíðindi, at vit so skjótt síggja virknaðin av koppsetingini, sigur norski immunologurin, Anne Spurkland, við VG.
Tað kann kanska tykjast løgið, at so mong verða smittað í Ísrael eftir seinnu koppseting, tó at prosentvísa talið er lágt, men upp í søguna hoyrir, at smittutrýstið í landinum er sera høgt í løtuni.
Í Ísrael verða nevniliga umleið 7000 covid-19 tilburðir staðfestir um samdøgnið.