Nicholas Petersson umboðar fyri fyrstu ferð Føroyar til oyggjaleikirnar á Jersey. Nicholas Petersson er við í tennis kappingini, har hann saman við Pætur M. Dahl, Hjalta Mohr Jacobsen og Martin N. Simonsen spælir fyri Føroyar.
Í gjár vóru fyrstu dystirnir í tennis kappingini, og Føroyar spældi fyrsta dagin í liðkappingini móti Bermuda, har Nicholas Petersson og Pætur M. Dahl spældu fyri Føroyar.
Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu, sum varð gjørd við Nicholas Petersson, eftir at hann heldur óvæntað vann móti Gavin Smith úr Bermuda.