Fara aftur at grava í toftunum á Borðoyavík

Fólk frá Føroya Fornminnissavni fyrireika nú endaligan útgrevstur av økinum niðri í Toftum í Klaksvík. Gomul búseting liggur har

 

Klaksvík: Mánadagin fóru fólk frá Føroya Fornminnissavni undir fyrireikingarnar til nýggjan útgrevstur niðri í Toftum á Borðoyavík.

Anna Katrin Matras og Hákun Andreasen skulu komandi dagarnar gera økið klárt, so endaligur útgrevstur av økinum kann byrja 1. juni.

? Vit hava sett tríggjar mánaðir av til at gera útgrevsturin í Toftum lidnan, sigur Anna Katrin Matras, sum hevur fakligu ábyrgdina av útgrevstrinum.

? Vit eru sera spent at fara í gongd við hetta arbeiðið. Vit vóna at finna at okkurt spennandi og fáa okkurt nýtt at vita um slíka búseting.


Meira enn 30 ár

Fornfrøðisliga arbeiðið í Toftum á Borðoyavík byrjaði í 1969 og helt í fyrstu syftu fram til 1972. Síðani varð einki gjørt fyrr enn í 1989 og 1990. Og enn einaferð hevur økið ligið ónortið í nógv ár.

Føroya Fornminnissavn hevði ætlanir um at tyrva út yvir útgrevsturin, og harvið gera enda á rannsóknunum í økinum. Hetta mótmælti Norðoya Fornminnafelag, og eftir prát millum partarnar endaði tað við, at ætlanir vórðu lagdar um at gera útgrevsturin lidnan.

Og nú verður hol sett á hetta arbeiðið. Í løtuni eru tað Anna Katrin Matras og Hákun Andreasen, sum gera økið klárt, og tey fáa hjálp frá Norðoya Forminnasavni.

1. juni kom fleiri fólk uppí leikin, tá sjálvur útgrevsturin byrjar, og tað verður ein donsk kvinna, sum verður grevstrarleiðari.


Ikki gerast í stand

Tað er eitt stórt arbeiði bara at fyrireika økið til útgrevsturin. Plastikdúkur, jørð og steinar eru løgd omaná útgrevsturin fyri at verja hann, og alt hetta skal fáast av vegnum, áðrenn fólk fara í holt við at grava við skeiðum.

Æltanin er, at eini fýra fólk koma at arbeiða í tríggjar mánaðir við at kanna økið.

? Vit vita ikki rættiliga, hvat vit kunnu vænta okkum at finna í toftunum. Tað hevði verið stuttligt at funnið okkurt frá Víkingatíðini og fingið okkurt nýtt at vita um slíka búseting, men tað ber illa til at siga, at okkurt er meiri spennandi enn annað, sigur Anna Katrin Matras, projektleiðari.

Høvuðsmálið er at staðfesta, hvussu búsetingin hevur verið í hesum økinum, og hvussu gongdin hevur verið gjøgnum tíðina.

Tá hesar rannsóknirnar eru gjørdar, skal tyrvast útyvir aftur. Ætlanin er ikki at gera búsetingina í stand.


Fleiri fornminni í økinum

Tá fólk fara undir at grava í Toftum verður tað við greviskeiðum. Allir lutir, sum verða funnir, skulu setast inn í eina krossskipan, so tað verður dokumenterað, hvar lutirnir eru funnir. Eisini skal skil haldast á, hvussu løgini niður í lendi eru.

Tá ógvusliga regnið var í Klaksvík í fjør, leyp ein á nærindis toftunum, og ein partur av fornminnunum vórðu tikin við til havs.

Fólkini frá Fornminnissavninum halda seg kunna staðfesta, at lendi niðanfyri búsetingina er nógv broytt, síðani fólk búðu har.

Toftirnar á Borðoyavík eru tað elsta fornminni, sum er funnið í Klaksvíkarøkinum, og hildið verður, at fleiri toftir eru har í økinum.