Sum tað skiltist longu fríggjadagin, so var breið semja um at velja Jacob Vestergaard sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum. Men tann semjan hevur so ikki hildið, ella er hon broytt um vikuskiftið, tí tá fundurin varð liðugur í gjár um 18 tíðina, var einki landsstýrisfólk funnið.
Hóast tað sambært stýrisskipanini er løgmaður, sum setir og koyrir landsstýrisfólk, so er tað siðvenja, at flokkarnir sjálvir peika út tey fólk, sum flokkurin skal hava í landsstýrið. Hesum fylgir løgmaður altíð. Men tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur bóðu um at fara frá sum landsstýrisfólk 20. desember, segði løgmaður, at hann hevði gjørt teimum greitt, at hann fór ikki at seta tey aftur sum landsstýrisfólk hetta valskeiðið.
Tað segði hann, tí hann vildi ikki hava, at fólk fara út og inn í landsstýrið alt eftir, hvønn tey ikki vilja hava í Løgtinginum.
Hóast løgmaður einki hevur sagt um tað, so verður mett, at hann kortini fer at góðtaka Jacob Vestergaard, tí eftir at Jørgen Niclasen varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, so er ein nýggj støða. Men vit vita ikki, um júst hetta er ein trupulleiki hjá Fólkaflokkinum nú.
Við sjónvarpið í gjárkvøldið segði Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins á tingi, at tað kann vera, at tey finna nýggja landsstýrisfólkið í dag, men at tað eisini kunnu ganga nakrir dagar.
Tá Fólkaflokkurin hevur funnið nýtt landsstýrisfólk, so verður tað fyrstu ferð í søguni, at ein flokkurin við fleiri landsstýrisfólkum hevur skift øll landsstýrisfólkini í einum valskeiði.