Á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið samtyktið bygdarráðið í Vestmanna við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2026.
- Sitandi bygdarráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfarna bygdarráði, og verður hetta tískil fyrsta fíggjarætlan, sum sitandi bygdarráð hevur skrúvað saman.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Bæði persónsskatturin, sum er bulurin av inntøkunum hjá Vestmanna kommunu og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár.
Sagt verður, at báðar inntøkurnar eru sløk fýra prosent hægri í ár enn í fjør.
- Bygdarráðið er bjartskygt um fíggjarárið 2026, men soleiðis, sum gongdin hevur verið í alivinnuni í ár og við óvissuni um uppsjóvarkvoturnar næsta ár í huga, eru vit varnari við metingini av partafelagsskattinum.
Mett verður, siga tey í Vestmanna kommunu, at inntøkurnar verða stívliga 84 millónir krónur í 2026, og raksturin verður slakar 73 milliónir krónur.
Størsta íløgan komandi fíggjarár er í umbyggingina av skúlanum.
- Íløgan í umbyggingina í 2026 verður umleið 20 milliónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku. Kommunan hevur annars onga skuld í dag.
Stívliga 11 milliónir krónur fara í aðrar íløgur í bygdini.
- Tær størstu verkætlanirnar eftir skúlan eru í vegakervið, spillvatn, ítróttahøllina og at gera útbyggingarnar av maskinhøllini og kirkjugarðinum lidnar
Av smærri íløgum kunnu nevnast: Nýggir lyktapelar, nýggj brúgv um Gjógvará, søluskúrur á havnarlagnum og endurskapan av søguligum støðum.
- Nógvar smærri íløgur verða eisini gjørdar á dagstovnaøkinum, trivnaðarøkinum og á havnarøkinum, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at raksturin komandi fíggjarár verður tvær milliónir krónur hægri sammett við í ár.
- Orsøkin eru fyrst og fremst lønarhækkingar, sum síggjast serliga væl aftur á dagstovnaøkinum. Eisini er útgjaldið til eldrasamstarvið og barnaverndarsamstarvið hækkað.
At enda verður sagt, at dagstovnagjald, barnafrádráttur og skattaprosent verða óbroytt næsta ár.











